2021-08-19 09:05
Helgi Abrahamsen leggur frá sær sum landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum.
Løgmaður hevur í morgun boðað til tíðindafund.
Á fundinum greiddi hann frá broytingum í landsstýrinum, Magnus Rasmussen skal loysa Helga Abrahamsen av, Helgi Abrahamsen skal hereftir taka sær av at samskipað ymisk ting í Sambandsflokkinum.
Magnus hevur nógvar royndir bæði í kommunalpolitikki og landspolitikki og verður tí mettur at verða væl egnaður til nýggju avbjóðingarnar, segði løgmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald