Ítróttur

Helgi Hoydal H71: Málmennirnir vóru framúr góðir

...

2016-01-07 05:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Vit hittu Helga Hoydal hjá H71 eftir dystin í Vestmanna í kvøld.

Vit spurdu Helga, hvat tað hevði at siga fyri teir at Jónas og Mark ikki vóru við í kvøld?

Helgi: Teir eru tveir av okkara spælstýrarum, so sjálvandi ávirkar tað dystin í kvøld- men Oddur, sum kom inn gjørdi eitt sera gott arbeiði - eg haldi ikki at tað at Jónas og Mark ikki vóru við ávirkaði so nógv, tí vit hava ein breiðan hóp og kunnu næstan altíð seta ein góðan og sterkan mann inn. Vit hava helst Føroya breiðasta hóp, so ein skaði ella eitt leikbann eiga ikki at føra eitt tap við sær.

Men hví taptu tit so í dag?

Málmennirnir vóru framúr, tað vóru verjurnar eisini - Niklas stóð heilt fantastiskt og tað gjørdu Ári og Tóraldur eisini - tað var tað, sum gjørdi dystin so spennandi.

Vit skulu bara verða meira avgerandi, tá ið vit hava kjansirnar - vit brendu alt ov nógv í kvøld.

Hava tit fingið nervar, nú tit hava mist 5 stig av 6 møguligum stigum, teir seinastu tríggjar dystirnar?

Nei tað vil eg ikki siga, tað koma altíð niðurtúrar í eini kapping, fyri okkum í okkara støðu hevur tað ikki so nógv at siga - vit hava mist 5 stig í allari kappingini - tapt tveir dystir og leikt ein javnan, so tað gonngur nokk.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71153923177525
2VÍF154023831920
3KÍF143453153017
4Kyndil154003722817
5StÍF15392390213
6Neistin14325341-1610
7Team Klaksvík14320458-1380


Sí eisini video-upptøkuna niðanfyri, sum er frá teimum seinastu sekundinum av dystinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder