Ítróttur

Helgi hevur framt eitt stórt bragd í Pólandi

...

2016-07-29 10:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í hesum døgum kappast føroyska/danska fjallasúkkluliðið TREK MTB.fo í stórari kapping í Pólandi, talan er um Sudety MTB Challenge. Tað eru tey bæði Helgi Winter Olsen og Lisette Rosenbeck Christensen ið manna liðið, sigast má at liðið fekk eina sera góða byrjan uppá kappingina, og vunnu tveir teir fyrstu teinarnar í mix-kappingini.

Men á degi trý datt Lisette, og meiddi sær knæið so illa at hon ikki kundi halda á. Hon var á sjúkrahúsinum og tað var staðfest at einki var brotið. Sjálvt um vit vóru hálvan vegin gjøgnum etapuna, vóru vit 20min frammanfyri lið tvey henda dagin og altso longu útvið 1 tíma frammanfyri samlað. Vit høvdu vunnið samlaðu kappingina fyri mix lið so rúkandi, sigur Helgi Winther Olsen.

Sjálvt um Lisette fór úr kappingini, so gav Helgi ikki upp, og sigast má at hann hevur ikki gjørt mætari enn eitt stórt bragd. Á degi fýra vann hann teinin, men fyriskiparnir góðu Helga hvørki tíð ella sigurin fyri at vinna teinin, tað kemst av tí Lisetta er farin úr kappingini. 

Aftur í gjár vann sterki fjallasúkklarin Helgi. Helgi fekk í gjár eina tíð, men ikki bleiv nevnt við einum orðið at Helgi vann kappingina.

Í dag er seinasti teinurin á skránni. Teinurin í dag er 56 km og 2108 hæddarmetrar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder