Politikkur

Helgi Abrahamsen spyr um markaforðingar

...

2016-12-14 14:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Setur fyrispurning um markaforðingar

Helgi Abrahamsen, sum í løtuni er varamaður í løgtinginum, hevur sett ein fyrispurning til Poul Michelsen, landsstýrismann, um markaforðingar millum Norðurlond.

???Hvørji ítøkilig stig eru tikin seinastu tvey árini, sum hava til endamáls at minka um markaforðingarnar sum eru millum Føroyar og hini Norðurlondini???? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava at vita frá Poul Michelsen, landsstýrismanni.

Helgi Abrahamsen vísir á, at tann 20. apríl 2012 hevði løgtingið eitt sokallað ???temaorðaskifti??? um markaforðingar. Viðgjørdar vórðu forðingar, sum gera tað trupult ella ómøguligt hjá fólki at virka tvørturum norðurlendsku landamørkini.

???Tað var Annika Olsen, landsstýriskvinna við norðurlandamálum, sum legði upp til orðaskiftið. Í framløguskrivinum vísti hon á, hvørji átøk landsstýrið hevði sett sær fyri at seta í verk, fyri at byrgja upp fyri markaforðingum,??? sigur Helgi Abrahmsen.

Hann vísir á, at hann fleiri ferðir síðani hevur sett fyrispurningar, fyri at fáa at vita, hvussu langt er komið við arbeiðinum. Sambært svarunum vóru nógv tiltøk sett í verk og fleiri vóru ávegis. Eitt av tiltøkunum sum skuldi setast í gongd var skipan av einum føroyskum markaforðingarbólki. Hesin skuldi finna fram til hvørjar markaforðingar eru, og taka stig til at fáa hesar loystar. Tí spyr Helgi Abrahamsen eisini, hvussu langt hetta arbeiðið er komið, og um aðrar av nevndu broytingunum eru framdar.

???Hesin spurningurin verður settur fyri at fáa upplýst, hvat er hent á økinum síðani seinasti fyrispurninguri varð svaraður,??? sigur Helgi Abrahamsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder