Politikkur

Helena Dam á Neystabø stillar upp til Løgtingsvalið

...

2015-08-12 02:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Helena Dam á Neystabø stillar upp til Løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin. Helena hevur drúgvar royndir í føroyskum politikki. Varð fyrstu ferð vald á ting í 1990. Í 1998-2001 varð Helena landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, og í 2008 varð landsstýriskvinna í mentamálum.

Tað hevur verið læruríkt, spennandi og mangan baldrut, serstakliga í 90???árunum, sigur Helena.

Men, sum Helena sigur, ???eg brenni fyri politikki, og at vera við til at tryggja, at at allir føroyingar hava rætt til eitt frælst og eitt ríkt lív, uttan mun til fyritreytir. ??javnin veksur millum føroyingar, og tað er ikki gott.

Í mínum starvi, sum stjóri á Føroya Handilsskúla, síggi eg hvønn dag tørv á einum politikki, sum hevur til endamáls at skapa einar Føroyar fyri tey ungu. Og vit hava harafturat skyldu til at tryggja eldri ættarliðum rætt til eitt gott og virðiligt liv.

Eg eri býráðslimur í Tórshavnar Kommunu, og kann staðfesta, at tað veruliga er brúk fyri, at landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar arbeiða nógv betri saman um tey stóru og týdningarmiklu vælferðarmálini: Eldraøkið, skúlaøkið og almannaøkið. Og ikki at gloyma barna og ungdómsøkið. Hesi mál eru alt ov umráðandi til tvídrátt millum land og kommunu, og til tvídrátt millum Havnina og útjaðarin, sigur Helena.

Helena Dam á Neystabø er 59 ár, hevur trý vaksin børn og 6 ommubørn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder