Ítróttur

Helena bjóðar pilatesvenjingar í Sørvági

...

2017-09-13 20:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í næstu viku byrjar skeið í pilates í Alvalon í Sørvági. Tað er Helena Heðinsdóttir, ið er útbúgvin pilatesinstruktørur, sum fer at hava skeiðið í verður mánadagar og hósdagar fram til seinast í november


Hevur tú ryggtrupulleikar at dragast við? So kann vera, at pilates er nakað fyri teg.

Trupulleikar við rygginum stava ofta frá skeivum kropsburði, og ofta kann kropsburður hava álvarsligar fylgjur við sær. Hetta kann fyribyrgjast við pilatesvenjingum, sum hevur til endamáls at styrkja kroppin á rættan hátt, millum annað so kropsburðurin verður rættari.

??ll kunnu fáa ágóðan av pilates, ung sum eldri. Pilates snýr seg nevniliga um at styrkja, stabilisera og mobilisera kroppin, og tað kann eisini nýtast sum ein alternativ venjing til ítróttarfólk, t.d. til at fyribyrgja skaðar. Og tað er góður venjingarháttur, bæði fyri tey við skrivstovuarbeiði og tey við hørðum kropsligum arbeiði.
Tað er nýstovnaða fyritøkan Stamina við Helenu Heðinsdóttir í Sørvági, sum skipar fyri skeiðinum.

Helena Heðinsdóttir er útbúgvin pilatesinstruktørur gjøgnum Body Control Pilates, og hon ynskir at bjóða skeiðið út í Vágum.

Helena valdi sjálv at taka útbúgvingina, av tí at hon tey seinastu árini hevur havt trupulleikar av hypermobiliteti, og hon saknaði onkra venjing í nærumhvørvinum, sum hóskaðu til hennara avbjóðingar. Tá hon ikki fann nakað tilboð, sum hon kundi brúka, í Vágum, valdi hon at taka sær instruktørútbúgving, bæði so hon sjálv kundi venja, men eisini so hon kundi bjóða øðrum venjing, uttan at tey skuldi noyðast at fara av oynni.

- Skeiðið hevur ikki bara givið mær møguleika at læra frá mær. Eg eri sloppin av við pínuna, ið ávirkaði mín gerandisdag rættiliga nógv. Tí kann eg siga, at pilates broytti mítt lív, og eg ynski inniliga at onnur skulu fáa ágóðan av tí, sum eg havi lært. Tí bjóði eg hetta skeiðið út, sigur Helena Heðinsdóttir.
Fyrsta skeiðið Stamina og Helenu Heðinsdóttir, byrjar mánadagin 18. september og gongur so hvønn mánadag og hósdag klokkan 17:15 fram til 23. november. Venjingarnar vera í Alvalon í Sørvági.

Meira fæst annars at vita um tilmelding og annað á [email protected] og á www.facebook.com/staminahelena.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder