Ítróttur

Heini Vatnsdal givið avboð

...

2016-03-22 22:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Miðvallarin í Fremad Amager meiddi sær fótin í dysti um vikuskifti, og verður tí ikki tøkir til landsdyst um eina lítla viku. Árni Frederiksberg er úttikin í staðin

- Vit vóru spentir at hyggja nærri at Heina Vatnsdal, nú hann roynir seg í næstbestu deildini í Danmark. Men Heini meiddi sær fótin í dysti um vikuskifti, og verður tíverri ikki tøkur til landsliðið hesaferð, sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum.


Í staðin fyri Heina Vatnsdal hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, sent boð eftir Árna Frederiksberg úr NSÍ.

- Sum vit hava skilt, so hevur Heini spælt væl í Fremad Amager. Nú vóna vit bara, at skaðan ikki verður alt for drúgvur, sigur Jóannes Jakobsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder