Mentan

Heini: Hugleiðing um fiskaarbeiði ??ti á Bakka

...

2015-07-14 23:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Her úti á Bakka hevur nógv fiskaarbeiði verið.

Seks pakkhús vóru her. Fimm standa uppi enn, Tað elsta er Bartalsstovupakkhúsið. Tummas Haraldsen, Tummas í Bartalsstovu, fór at handla her úti í 1870. Tað var tann fyrsti handilin í Sandavági.

Eftir Tummas tók sonur hansara, Hensar Thomassen, við handlinum. Til útróður hevði hann fleiri motorbátar. Teir tóku ímóti fiski í pakkhúskjallaranum. Hensar handlaði í Bartalsstovu. Í okkara tíð stóð Eivind Rasmussen fyri handils- og reiðaravirkinum.

Niels Jacob Nielsen bygdi pakkhús í 1912 ella 13. Hann hevði motorbátar, og hann tók eisini ímóti fiski. Niels Jacob gjørdi í 1903 fiskastykki niðan fyri skúlan Tað var fyrsta fiskastykki her í bygdini.

Grótið varð skotið niðri í Hólki, sum er í fjøruni undir fiskastykkinum. Tá mundi vera fyrstu ferð, at sandavágsmenn arbeiddu fyri tímaløn. Teir fingu 16 oyru um tíman. Frammanundan plagdi at verða arbeitt fyri dagløn. Eftir Niels Jacob tók sonur hansara, Hjalmar, við handlinum.

Jens Pauli Heinesen á Lofti bygdi um 1914 pakkhús ??ti á Bakka. Tað varð rópt Loftapakkhúsið. Teir tóku eisini ímóti fiski. Jens Pauli hevði handil niðri á Mýrini. Petur á Lofti tók handilin eftir pápan.

Mathias F. Haraldsen, Mathias hjá ??lavi, bygdi eisini pakkhús ??ti á Bakka. Hann hevði fyrst handil har, sum húsini hjá Ferdnandi Heinesen eru. Tann handilin brann í grund í eldsbrunanum í 1909. Hann bygdi í 1917 nýggjan handil uppi á Steig. Mathias doyði í 1941.

Zacharias Nielsen bygdi nýtt pakkhús og turkihús 1953/ 54. Annars turkaði hann fisk í Loftapakkhúsinum frammanundan.

Hjá Jógvan Eliasi Thomsen

Nógv størsta handilsvirki her í bygdini var hjá Jógvan Eliasi Thomsen í Haraldstovu. Hann varð føddur 1. august í 1880.

Á ungum árum var eingin ivi um, at hann skuldi vera keypmaður. Tí fór hann 17 ára gamal til Keypmannahavnar at søkja sær kunnleika í handilsskapi. Í 1899 fór hann at handla í Sandavági fyri ??lav á Heygum í Vestmanna.

Í 1905 fekk hann sær handilsloyvi og fór at handla fyri seg sjálvan. Handil varð bygdur um aldaskiftið á bakkanum niðan fyri Haraldsstovuhúsini. Í 1939 bygdi hann nýggjan handil á grundina, har Garðshúsini stóðu. Har var mangt og hvat at fáa: matvørur, góðgæti, klæði, sjóklæði, postalín, petrolium kol og mangt, mangt annað. Hesin handilin brann í grund í stóra eldsbrunanum í 1956.

Keypti skip og motorbátar

Jógvan Elias visti, at skuldi virki hansara geva arbeiði til nógvar hendur, so mátti hann fáa sær skip. Longu í 1906 keypti hann fyrsta skipið Thor.

Í 1907 keypti hann fyrsta motorbátin, og frá 1916-20 hevði hann 8 motorbátar til útróður. Sum aðrir keypmenn í bygdini tók hann ímóti fiski frá útróðrarbátum.

Bygdi pakkhús

Um leið 1912 bygdi hann pakkhús og brúgv her ??ti á Gjógv.

Sama árið leigaði hann trolara, Prinsessu Juliannu, úr Íslandi. Hann turkaði fiskin frá honum.

Viðarhandil

Hevði stóran viðarhandil 1912-20. Leigaði skip at føra viðin til Føroya. Viðurin varð seldur um alt landið. Í summum bygdum stóð hann sjálvur fyri húsabygging. Tá ið kirkjan varð bygd í 1916/17, læt hann allan viðin til kirkjuna. Hann stóð fyri tilboðnum at byggja hana.

Hevði nógvar sluppir

Í 1917 hevði hann 6 sluppir, sum fiskaðu undir Føroyum og Íslandi, og í 1920 reiddi hann út 14 skip. Hetta árið var vána fiskiár. Nógvir spreingiknøttar róku á havinum eftir fyrra kríggj, so at flestu skip hansara komu heim á ólavsøku og høvdu fiskað ógvuliga lítið. Hetta árið royndist so illa, at hann var noyddur at selja fleiri skip.

Tá ið kreppan var seinast í 1920 árunum fór hetta virkið sum fleiri onnur á húsagang. Virkið varð eyndurreist 5. november í 1928. Tað fekk navnið Fa. J.E. Thomsens Eftf. Helena Thomsen, kona Jógvan Elias, stóð fyri virkinum sum einasti eigari.

Í Føroya Siglingarsøgu, 7. bindi, verður greitt frá øllum teimum 17 skipunum, sum Jógvan Elias og seinni Fa. J.E. Thomsen Eftf. áttu einsamøll og saman við øðrum undan 1940.

Í 1942 keyptu Fa. J.E. Thomsens Eftf., J. J. í Haraldsstovu, Z. Thomsen og Petur á Steig skonnartina Cementu úr Fuglafirði. Hon fekk navnið Royndin Fríða. Mary Margreth keypti Fa. J.E. Thomsens Eftf. úr Onglandi í 1943. Hon varð gjørd í stand og fór til fiskiskap í 1945. Í 1946 stovnaðu Jógvan Elias og Petur á Steig Samvinnufelagið. Felagið keypti í 1947 damptrolaran, Høgáfoss, og í 1956 Jegvan Elias Thomsen.

Seldi motorar

Ein av teimum fyrstu í Føroyum at selja motorar, var Jógvan Elias. Hann umboðaði Rap, men fekk eisini umboðsølu fyri Skandia Verken í Svøríki.

Tók ímóti fiski

Jógvan Elias tók, sum sagt, ímóti fiski frá útróðrarbátum. Sjálvur hevði, sum nevnt, motorbátar til útróður.

??tróðrarbátarnir løgdu inn á Gjónna og kastaðu fiskin upp á brúnna at avreiða. Fiskurin varð borin í leypum upp trappurnar og stoyttur í fiskakassan, sum hekk í vektini. Hann tók góð 100 pund. Vektin hekk á stokki, sum stóð út úr húsinum. Fiskakassin hekk í sunnara enda á vektararminum, og loddini vóru í norðara.

Fiskurin varð síðan flaktur og saltaður í kjallaranum. Seinni varð hann umrivin. Tá ið bátahyluri var komin, løgdu bátarnir at har at kasta upp. Fiskurin varð borin út í kjallaran úti á Gjógv. Seinni brúktu teir hjólbøru.

Tá ið skipini komu heim undan Íslandi av túri, ankraðu tey á vánni. Fiskurin varð førdur í land við jaktum, ið løgdu at brúnni her ??ti á Gjógv. Ein frálík mynd er í myndaframsýningini niðri í fiskakjallaranum.

Seinnu tíðina løgdu skipini at bryggju í Miðvági, og fiskurin varð koyrdur við bili til Sandavágs.

Fiskaturking

Nógvur fiskur varð turkaður í Sandavági. Næstan allir handilsmenninir turkaðu fisk. Har, sum til bar at breiða, var øll fjøran uttan av Dunnagjógv og inn á Leiti avbreidd við fiski. Teir keyptu sær rætt til pláss í fjøruni. Jógvan Elias hevði t.d. frá Urðarendanum og inn eftir og uttan fyri Gjónna og úteftir.

Her ??ti á Gjógv var ógvuliga nógv fiskaarbeiði. Vit hoyrdu, at fyrsta fiskastykki var gjørt í 1903. Stutt eftir komu onnur fiskastykki, t.d. hetta fiskastykkið, sum er umvælt nú. Fiskastykkið er gjørt í tveimum ella trimum stigum. Tann norðari parturin varð gjørdur fyrr. Jógvan Elias átti eisini fiskastykkið, sum er her beint heiman fyri Gjónna.

Áðrenn fiskurin skuldi verða turkaður, skuldi hann fyrst verða vaskaður. Inni í fiskakjallaranum stóðu tvey fiskakør. Fimm ella seks stóðu við hvørt karið. Kørini vendu oman og niðan, so at vatnið rann ímóti hurðini.

At vaska fisk var akkordarbeiði, t.e løn eftir avriki. Onkur hevði til arbeiðis at telja til teirra, sum vaskaðu. Tá ið tey vaskaðu smáfisk, fingu tey 100 fiskar hvørja ferð, millumfisk 50 og stóran banktosk 10.

Fyrst var at skera burturúr, tað er at skera blóðið burtur av uggabeinunum, har sum høvdið hevði verið, og okkurt lítið garnapetti við gotið.

Dúgliga varð kappast bæði við hini og við seg sjálvan, so at rokið stóð frá karinum. Tá ið kvøldið kom, vóru tey ógvuliga móð av at standa og kýta seg allan dagin.

Ein kona segði mær: Teir bestu dagarnar plagdi hon at fáa 25 kr. um dagin.

Fiskurin, sum vaskaður var, varð stakkaður, og eitt sindur av salti varð stroytt á. Mannfólk høvdu tað arbeiði, viðhvørt ungir dreingir.

Bæði strævið, men eisini stuttligt var at vera í fiski. Onkur kundi siga frá onkrum skemtiligum, eisini kundi onkur arga. Men samanhaldið var óføra gott. Tað kom eisini fyri, at einhvør lítil ósemja kundi vera.

At turka úti

Tá ið turkað varð úti, varð fiskurin borin úr kjallaranum í grótleypi út á fiskastykkini. Tað vóru mest konufólkini, sum breiddu og lótu saman aftur undan regni ella um kvøldið. Fiskabørur vórðu nýttar at bera fiskin út um stykkið. Ein bar frammanfyri og ein aftanfyri. Støði vóru stoypt at seta stakkin á. Ansast mátti væl eftir, at fiskurin loyptist ikki, tá ið sólin skein av heiðum himli.Tá ið allur fiskurin var latin saman og stakkaður, varð presending breidd omanyvir, og bundið varð um.

Tá ið fiskurin var turrur (klippfiskur), varð hann borin inn í miðhæddina í pakkhúsinum og stakkaður har.

Tak yvir gjónna

Tað hevur helst verið seinast í tríati árunum, at takt varð yvir Gjónna. Jarnbjálkar vórðu lagdir tvørturum. Viður varð soymdur omanyvir, og síðan rukkujarn. Breið hurð varð gjørd á suðurendanum á pakkhúsinum. Skinnari varð lagdur úr húsinum og út á fiskastykkið. Vognur, flutti fiskin eftir skinnaranum. Nú var ólíka skjótari og lættari at fáa fiskin út og inn.

Pakkhúsið breiðkað, turkihús bygt

Seinast í 1920 árunum varð pakkhúsið breiðkað eystureftir, og í 1933 varð turkihúsið gjørt har. Tá lá betur fyri at turka fisk, tí tá bar til at turka inni.

Fiskurin varð lagdur upp á rimaverk (tremmur), sum vórðu rankað upp í ávísa hædd. Rankarnir vórðu koyrdir við vogni, sum lyfti rankarnar upp frá gólvinum og síðan koyrdir inn í rúm, sum tey róptu kømur. Har vóru hálvt fjórða kømur. Turkihúsið hevði motor, sum dreiv eina viftu, sum blásti heita luft í kømurini. Hitin fekst frá ketli, sum varð kyndur við koli og koksi.

Tá ið SEV kom, varð viftan drivin við ravmagni, og ravmagnsspæl varð nýtt at hiva millum hæddirnar. Oljufýring loysti kolið og koksið av.

Tá ið fólk skuldu koma til arbeiðis, varð boðað frá við hvítum fiskaflaggi. Eisini høvdu teir ???vrelara???, sum gav ýlandi ljóð frá sær, tá ið vundið varð. Seinni varð ávaringarlúður, sum varð drivin við ravmagni, nýttur.

At pakka

Áðrenn klippfiskurin skuldi verða avskipaður, varð hann pakkaður.

Einir tveir fiskavrakarar vrakaðu fiskin til nr 1,2, og 3 ella vrak, sum ikki var nóg góður til sølu. Síðan var hann vigaður. Hvør pakki skuldi hava ávísa vekt. Á einum posastykki varð fiskurin lyftur upp á pakkiborðið og so lagdur niður í form.

Tvein varð rubbað um í tveimum støðum. At enda varð posastykki, hessian kallað, seymað uttanum. Vundið varð um hornini, sum vóru góð at taka í, skuldi pakkin verða borin ella fluttur. Tað var konufólkaabeiði at seyma.

Á posastykkið var stemplað FAROE FISH, fish stóð undir Faroe. JET stóð við kringi rundan um, so vóru tal og bókstavur, sum segði frá stødd og góðsku.

Dampari kom eftir fiskinum, sum varð seldur til Spania, Italia og Portugal.

Nógv arbeiði

Farið varð til arbeiðis klokkan átta á morgni. Til morgunmatar klokkan hálvgum ellivu. Døgurðin varð etin klokkan tvey.

Arbeiðsdagurin endaði klokkan seks. Ein ógvuliga stór fjøld av fólki fór út á Bakka til arbeiðis og kom heim aftur av Bakkanum til máltíðirnar, og tá ið arbeiðsdagurin var av.

Stórur skari av fiskimonnum og arbeiðsfólki á landi, fekk sína útkomu alla ta tíðina hetta handils- og reiðaravirki hevði virksemi sítt.

Jógvan Elias Thomsen andaðist á mikkjalsmessu í 1955, 75 ára gamal.

Morentius við Stein skrivaði í minningarorðum í Dagblaðnum millum annað: J.E. Thomsen var ein av teimum, sum óttaleysir løgdu rygg til í føroyskum handils og vinnulívi í ringum sum góðum tíðum. Hann hevði mangan harðan andróður á síni handils- og úrgerðarleið. Ringt kann vera, tá ið tað brýtur í bæði borð, men verri er at reka í stilli og mjørka og ikki síggja hond fyri stavn. Tó gevur tað altíð nýtt mót og elur nýggjar vónir, tá ið tað eftir eina stund lotar til vildar, og at tað aftur sæst fram um stavn. Jógan Eliasi Thomsen var nú kortini lagnu lagað at síggja virki sítt vaksa og stimbrast á tryggari grund, áðrenn hann legði frá sær. Mourentius endaðu við hesum orðum eftir Rasmus Effersøe:

Stórt er við strúkandi byri

á dýrdarsjógvi at fara,

størri at stríðast við andstreym

og stormin hin harða.

Væl veri tykkum, Gregersen brøðrunum úr Gøtu, sum eru farnir undir at varðveita tað gamla her ??ti á Gjógv. Stuttligt er, at fiskastykkið er gjørt í so vakran stand, og at eisini fiskakjallarin er væl prýddur,

Hetta er av sonnum eitt áhugavert og vakurt tiltak, sum tit hava skipað fyri her í dag. Hetta er óført minni forfedrum okkara til heiðurs.

Hugfarsligt at fáa hetta til mentanarstað, har ungdómur okkara fær at vita, hvussu forfedrarnir lívbjarðgaðu sær. Ymisk tiltøk hava longu verið her.

Stóra tøkk skulu tit hava.

Heini F Petersen

Sí myndir frá tiltakinum HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder