Tíðindaskriv.
Heimspremiera av filminum JOHN
í Miðvági leygarkvøldið 16 november.
Í morgin hendir tað,
ein vágakvinna skrivar seg inn í filmssøguna.
Julia í Kálvalíð úr Miðvági, sum hevur gingið á
universitetinum í Tallinn og nomið sær útbúgving innan film og miðlavísund, fer
at sýna sín fyrsta film. Julia er eisini fyrsti føroyingur, sum hevur tikið
prógv við lærda háskúlan í Tallinn.
Í samband við fráfaringarroyndina, hevur hon gjørt ein
film, sum er upptikin í Føroyum við føroyskum leikarum. Hetta er forvitnisligur
filmur um mann, sum býr og arbeiðir á bygd í Føroyum. Hesin maður fremur
ymiskt, sum ikki tolir dagsins ljós. Søgan er um samband millum menniskju,
sálarligar veikleikar og loynidómar.
Leygarkvøldið
hin 16 november, verður filmurin JOHN frumframførdur
í Bygdaskúlanum í Miðvági. Dyrnar
lata upp kl 18.00. Allar leikarar verða við til frumframførðsluna,
saman við leikstjóra og hjálparfólki annars. Reyði leyparin verður rullaður út
í Miðvági leygarkvøldið, so bygdafólk, og onnur, sum hava hug, kunnu verða við
til hesa stórhending!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald