JN

Heimsmeistaraskap í Karaoke verður í Singapore

...

2014-12-10 23:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað bleiv kunngjørt í dag, tá Jalo Kotinurmi, forseti í Karaoke World Championships, og Elle Quan, Forseti í KWC Singapore skrivaðu undir sáttmála fyri 2015.

Staðið, har kappingin verður, kallast Azzura Beach Club. eitt sera vælumtókt stað í Singapore.

"Vit gleða okkum ótrúliga nógv til HM í Karaoke aftur verður í Asia. Singapore er eitt vakurt land og eitt land, har karaoke verður mett at vera eitt trapputrin til eina seriøsa tónleika yrkisleið. Aftur í 2007 var kappingin í Tailandi, so eg kann tryggja tykkum, at hetta verður ein heilt ótrúlig uppliving", sigur Jalo Kotinurmi.

Umleið 40 lond væntast at luttaka í kappingini, sum verður 20. til 22. November 2015. Hvørt land hevur innleiðandi kapping, har mannligi og kvinnuligi vinnararnir ogna sær rættin at umboða heimlandið í HM. Somuleiðis er onki til hindurs fyri, at familja, fjepparar ella bara karaoke entusiastar kring allan knøttin leita sær til Singapore at hyggja og lurta.

"Vit í KWC Asia gleða okkum somuleiðis heilt ótrúliga nógv til kappingina, og vit ynskja at bjóða øllum nationalum meistarum og teirra fjepparar vælkomin til HM í Karaoke 2015, sum tilvildarliga rakar 50 ára hátíðarhald hjá Singapore, sum gjørdist sjálvstøðugt land í 1965. Tað verður ein rimmar veitsla hátíðarhildin við sangarum kring knøttin á yndis staðið hjá asiatum, Sentosa Islands", sigur Elle Quan.

Til teirra sum koma at vitja Singapore, so eru tey í KWC Asia longu byrjaði at seta upp í lag ymiskar avtalur við ferðaskrivstovur, soleiðis at tað verður ein rúgva av ymiskum tænastum og tilboðum til teirra, ið vilja uppliva Singpore, og øll tey spennandi støð, ið har eru.

Stockholm var í November 2014 karmur um HM í Karaoke. Har gjørdust Diana Villamonte úr Panama og Anthony Montius Magee úr USA heimsmeistarar. Hetta gav teimum somuleiðis atgongd til HM í Singapore 2015, har tey koma at gesta upptraðka saman við kendum sangarum úr Singapore, umframt meistaran úr Singapore 2014, Kamsani Jumahat, sum í løtuni fær nógva umtalu í miðlum runt í Singapore.

Fyri heimsmeistaran úr USA, Anthony Montius Magee, var tann heiður at vinna HM í Karaoke ein tann størsta upplivingin, hann nakrantíð hevur verið við til. " Eg eri sera rørdur og ovurfergin. Eg hevði ongantíð roknað við hesum", sigur Anthony Montius Magee."

Karaoke Føroyar eru longu farin í gongd við fyrireikingar til HM í 2015, og Karaoke World Championships hava longu fingið tilmelding frá føroyingum.Sostatt er tað nú heilt sikkurt, at Føroyar verða umboðaðar, tá HM í Singapore 2015 fer av bakkastokki.

Karaoke Føroyar???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder