Politikkur

Heimsins besta skipan ??? ella farvælferðarsamfelag

...

2015-08-11 15:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir fýra ár við Sambandinum og Fólkaflokkinum á odda kunnu vit nú staðfesta, at teir dugdu ikki at umsita góðar tíðir. Teir brúktu framgongdina til at avlaga vælferðarsamfelagið. Teir skapaðu einar ólíkar og ójavnar Føroyar. Og hóast methøgar inntøkur til landið, hava ongantíð so nógv livað í fátækraváða sum nú.

Løgtingsvalið er eitt lagnuval. Antin skulu vit dagføra og styrkja heimsins bestu vælferðarskipan, sum allur heimurin sær upp til, og sum tíðarritið Economist herfyri kallaði ???The Supermodel???. Ella skal skandinaviska modellið framhaldandi undirgravast. Tað skuldi ikki verið ringt at tikið støðu til. Og hetta er ramasti álvari.

??ll skulu hava ein skattalætta

Lágir oljuprísir, lág altjóða renta, nýtt pelagiskt tilfeingi í føroyskum sjóøki og ein væl rikin alivinna hevur økt um bruttotjóðarúrtøkuna við meira enn tveimum milliardum. Tað er gott.

Men tað syrgiliga er, at nýggja ríkidømið er fallið teimum fæstu í lut.

Tað tók samgonguni ein mánað at játta teimum ríkastu 340 mill í skattalætta um árið. Ein kontoflyting frá teimum á niðastu rók til tey á ovvastu rók. Hetta bar til upp á bert ein mánað, men tað bar ongantíð til í øllum valskeiðnum at koma við nøkrum lætta til tey, sum allarmest treingja.

Upp til 7.000 kr í meirinntøku til tann hægstlønta um mánaðin og einki til tey lægstløntu. Sum tvørturímóti betala fyri skattalættan. Ein limur í Føroya arbeiðarafelag rindar uml. 1200 kr meira í pensjónsskatti nú um mánaðin, og fekk minni enn 100 kr í skattalætta. Nú eiga tey við lág- og meðalinntøkum tørn.

Sjálvt ikki í vár, tá ið høvi ananrs var at tryggja øllum føroyingum í fátækraváða betri kor, lá tað fyri hjá samgonguni at taka rættar avgerðir. Hóast neyvar útrokningar vísa, at tað kostar einans 78 milliónir at lyfta øll úr fátækraváða.

So munur er á.

340 milliónir um árið til tey vælbjargaðu uppá onga tíð, einki til hini. ??ll vita, at tað er eitur og gift fyri eitt framkomið samfelag at økja um ójavnan so ógvusliga. Sleppur ójavnin at vaksa, so berst ikki bøtur, og hann forðar eisini fyri búskaparvøkstri.

skulu lág- og meðalinntøkurnar eisini fáa ein skattalætta eftir komandi løgtingsval ??? sjálvandi.

Eg bjóði meg fram sum valevni fyri Javnaðarflokkin til hetta løgtingsval. Eg fari av øllum alvi at stríðast ímóti hesum ójavna, og at endurskapa javnvágina, sum tryggjar, at eisini lág og meðallønt verða javnbjóðis partur av heimsins bestu samfelagsskipan, sum okkara eftirkomarar skulu arva.

Helena Dam á Neystabø, valevni fyri Javnaðarflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder