Eg havi verið leingi í politikki, og tað hevur verið ein stórur framíhjárættur og ein heiður. Eg haldi, eg kann siga, at eg havi umboðað ein ???pragmatiskan??? og samstarvsvinarligan flokk, sum altíð hevur roynt at finna loysnir, og hesi nærum 20 árini, eg havi sitið á tingi og í landsstýri, havi eg næstan bara verið í samgongu og havi samstarvað og verið í samgongu við allar flokkar, Tjóðveldi, Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin.
Eingin er fullkomin, men eg haldi, at tað sigur ikki so lítið um Fólkaflokkin og okkara vilja til samstarv og til at fáa tað besta burturúr fyri okkara kæra fosturland, at vit hava kunnað samstarvað til allar síður.
Politikkur er so mangt, og fyrst og fremst gongur tað út uppá at býta virðini og byrðarnar í samfelagnum og at skapa góðar og tryggar karmar til vinnulívið. Og hin ásurin er so viðurskifti okkara við Danmark. Meiningarnar eru nógvar, og sjálvandi er tað gott, at tað eru fleiri flokkar við ymiskum stevnuskráum. Summir leggja størstan dent á eitt og aðrir á annað. Men eitt er vist ??? tað er í samstarvi flokkanna millum at frægast fæst burturúr.
Tað er lætt og kostnaðarleyst at sita í andstøðu og finnast at, og sjálvandi er ymiskt, sum kundi verið betri. Men um vit kunnu lastast fyri okkurt, so haldi eg eisini, at vit við stotleika kunnu frøast um Føroyar í dag. ??rslitini tala sanniliga! Vit búgva í heimsins besta landi!
Vit hava sum flestu lond barst við búskaparligar trupulleikar, men betri enn tey flestu eru Føroyar komnar ígjøgnum kreppuna. Og sjálvt við ávísum halli á fíggjarlógini er tann almenna skuldin minni enn hjá flestu londum, vit samanlíkna okkum við.
Samanborið við onnur lond hava vit nógv lægri arbeiðsloysi, og hetta skeiðið er tað lækkað úr 7% heilt niður í 3%. Stórir partar av vinnulívinum blóma og hava havt stóra framgongd og øktan vinning, og í dag eru yvir 1200 fleiri løntakarar, enn tað vóru í nov. 2011, tá ið henda samgongan tók við.
Nógvar útbyggingar eru farnar og fara fram í landinum, bæði í tí privata og tí almenna sektorinum. Tann almenni geirin klárar seg rímiliga væl, og fólk hava sum heild góð livikor og minst líka so gott sum í flestu øðrum londum.
Inntøkurnar hjá landskassanum frá 2011-2014 eru vaksnar 2,6 ferðir so skjótt sum útreiðslurnar. Inntøkuvøksturin setur met í 2015. Fráflytingin er broytt til tilflyting, og nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at 1. juni var fólkatalið 48.881, sum er met. Ongantíð hava so nógv fólk búð í Føroyum.
Jú, tað stendur væl til í Føroyum, og vit hava nógv at takka fyri. Vit eru ríkliga vælsignað. Men saman við tí fari eg í øllum eyðmjúkleika at vísa á, at orsøkin eisini er tann, at Fólkaflokkurin saman við øðrum positivum kreftum við hegni og áræði hevur sitið í landsins leiðslu!
Kæri veljari. Tað ger ikki tað sama, hvussu tað verður stýrt ??? og tað ger sanniliga ikki tað sama, hvønn tú velur! Latið okkum sleppa at halda fram! Gud signi mítt føðiland. Føroyar!
Jógvan á Lakjuni, valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald