Heimatænastan í Vágum og Skúlin á Giljanesi ganga saman í samstarv, sum byrjar mánadagin 9 november.
Á skránni er:
Kl. 14.00: Fyribyrgjandi venjingar
Kl. 15.00: Sune Jacobsen, borgarstjórar, bjóðar vælkomin og Rósa Samuelsen, borgarstjóri, greiðir frá komandi virksemið og týdningin av tí. Annbritt Toftegaard, skúlastjóri, sigur nøkur orð
Kl. 15.15: David Johannesen prestur og rithøvundur, hugleiðir um ???tilveruspurningar.???
Fyribyrgjandi rørsluvenjingarnar flyta mándagin 9. november inn í fimleikarhøllina og auluna í Skúlanum á Giljanesi. Í hesum sambandi verður eisini víðkað um virksemið.
Venjingarnar koma framhaldandi at verða hvønn mánadag og hósdag kl. 14, og hava til endamáls at økja um styrki, fimi, javnvág og konditión.
Vit síggja hetta sum eitt gott høvi at seta sosiala samveru á breddan, og tí verður tilboðið víðkað við fyrilestrum og øðrum tilboðum annan hvønn mánadag. Endamálið er at fyribyrgja einsemi og betra um vælveru, lívsgleði og góðsku í tí dagliga. Vit hava gjørt samstarv við skúlan og gleða vit okkum til hetta.
Koyriskipanin heldur fram sum vanligt, men í morgin mánadagin 9. november og tá fyrilestrar verða, koyrir bussurin heim við fólki um leið kl. 16.00.
Vit bjóða kaffi/the og okkurt afturvið.
??ll eru hjartaliga vælkomin og tey, ið ikki ganga til fyribyrgjandi venjingar, og kundu hugsað sær at lurta og hátíðarhalda løtuna saman við okkum, eru vælkomin kl. 15.00.
Heimatænastan í Vágum og Skúlin á Giljanesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald