Søkt verður eftir tveimum heilsurøktarum í tíðaravmarkað starv at byrja hin 1. november 2015 og fram til 1. september 2016. Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna. Arbeiðið verður fyri tað mesta á Sýnini.
Søkt verður eisini eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum at seta í fast starv at byrja hin 1. november 2015. Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna. Arbeiðið verður fyri tað mesta á Sýnini.
Vit sóknast eftir starvsfólki , ið:
· Hevur útbúgving sum heilsurøktari
· Hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
· Hevur hug og hegni at menna trivnaðin og veita røkt og umsorgan
· Tekur undir við visiónini um at skapa eitt virkið og heimligt umhvørvi
· Skal duga væl at samskifta við borgaran, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu
· Kann tola broytingar í starvinum
Vit kunnu bjóða:
· Eitt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína ávirkan galdandi og vera við til at menna trivna,
umsorgan og røkt
· Góðar møguleikar at brúka tíni skapandi evni og føra tey út í verki
· Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
Setanar- og lønarviðurskift : Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og avvarðandi fakfelag.
Setanarstaður er Heimatænastan í Vágum.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til deildarleiðarnar í Heimatænastuni í Vágum á tlf. 79 32 12 ella 79 32 13
Umsókn: Skrivlig umsókn saman við prógvum, autorisatión, upplýsing um útbúgving og royndir verður at senda til:
Heimatænastan í Vágum
Stílað: Halldis Joensen
Kálvlíðvegi 2
370 Miðvági
Teldupostur [email protected]
Umsóknarfreist : 20. oktober 2015
Tænasturnar verða veittar sambært lógtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Endamálið er at veita borgarum
við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu. Hjálpin skal taka atlit til tørv, trivna fortreytir og
sjálvsavgerðarrætt borgarans, og skal í størsta møguligan mun verða veitt í samráð og í samstarvi við hin
einstaka.
Av tænastuveitingum til borgarar verður veitt heimahjálp, heimasjúkrarøkt, økisterapi, mattænasta,
fyribyrgjandi rørsluvenjingar, dagtilboð og fyribyrgjandi heimavitjanir til heimabúgvandi, ið eru 75 ár og eldri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald