Heimatænastan í Vágum søkir eftir heilsuhjálparum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, námsfrøðingi og fysioterapeuti/ergoterapeuti.
Vit søkja eftir 4 starvsfólkum á 0,8 brøk í fast starv og eftir 4 starvsfólkum í tíðaravmarkað starv á 0,8 brøki frá 1. feb. 2016 til 31. des. 2016.
Við søkja eftir heilsuhjálparum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum til:
Vágalon: Sum nakað nýtt flyta 4 fólk niðan á Vágalon, ein deild fyri seg, sum málrættað fer at arbeiða við rehabilitering, har búfólkið og avvarðandi eru sjálvsagdur partur av ætlanum fyri hvønn einstakan. Tey settu koma at uppbyggja eitt tvørfakligt toymi við røktarstarvsfólkum, har eisini fysioterapeutur og ergoterapeutur eru knýttir afturat.
Húsini hjá Ivan: Húsini liggja beint við síðuna av Sýnini, og koma 8 húsfólk at búgva har.
Tey settu koma, saman við starvsfólkunum, at uppbyggja eina mentan - har grundtankin er, at starvsfólk, húsfólk og familjur teirra eru eitt húski, og at virka fyri einum minniskveikjandi gerandisdegi, har húsfólkið kennir seg heima. Húsini verða tí tillagað eftir hesa ætlan.
Miðstova og Uppistova á Sýnini: Tað koma at búgva 9 húsfólk í hvørjari lon. Tey settu
skulu verða við at menna eina vælvirkandi sjúkrarøkt, ein minniskveikjandi dag og tilvitað arbeiða við sansiskipanini, har møguleiki er fyri at øll fáa ágóðan av nærveru og heitum hondum, samstundis sum gerandisrehabilitering skal verða ein tilvitaður partur av røktini.
Vit søkja eftir einum námsfrøðingi til dagtilhaldið Virkni. Virkni heldur til uppi í Miðgarði, sum er ein barnagarður. Tann setti skal, saman við starvsfeløgum, fremja eina mentan, har børn og tey eldru hava høvi til at skapa ein gerandisdag saman, og at økja um lívsgóðskuna á ein hátt, so tey fáa gleði av hvørjum øðrum. Námsfrøðingurin ska,l saman við starvfeløgunum, seta í verk og fáa námsfrøði á breddan og verða við til at lýsá týdningin av, at okkara eldru hava ein virknan dag, sum eisini skal verða fyribyrgjandi.
Vit søkja eftir einum fysioterapeuti/ergoterapeuti. Endamálið er, at borgarin gerst sjálvbjargnari, og tí kann megna gerandisdagin longst møguligt, bæði heima og á Sýnini. Skal samstarva við aðrar fakbólkar, tvørtur um toymir, og seta gerandisdagin hjá borgaranum í miðdepilin. Í Vágum eru fyribyrgjandi venjingar fyri heimabúgvandi mánadag og hósdag. Tann setti skal samskipa hetta saman við toyminum. Tænastan verður veitt til fólk yvir 67. Starvið er á 0,8 brøk, og kann brøkurin flytast eftir ynski.
Størvini vera sett 1. februar ella eftir avtalu. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
UMS??KNIR við avritum av prógvum, autorisatión og viðkomandi skjølum skulu sendast til Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, 370 Miðvágur ella telduposthtv(at)htv.fo,Viðmerk umsóknina ???Umsókn???.
Umsóknarfreistin er 06. Januar 2016.
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til Jonnu Hansen 793213 ella Halldis Joensen 793201.
Heimatænastan í Vágum er eitt kommunalt samstarv ímillum Vága- og Sørvágs kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst við at fara inn á heimasíðuna hjá Vága kommunu [email protected] ella [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald