2015-08-20 17:02
Mikudagin tann 19. august 2015 var samkoma á Heiminum á Sýnini í sambandi við, at
Heimatænastan í Vágum heiðraði tveimum starvsfólkum fyri langa og trúgva tænastu.Starvsfólkini eru Elisabeth Poulsen í Bø, sum hevur starvast í meira enn 32 ár sum heimahjálp og
Malla Lið Hansen í Miðvági, sum hevur starvast í meira enn 35 ár sum heimahjálp
Elisabeth er fyri kortum farin frá vegna aldur, meðan Malla enn er í starvi.
Við til samkomuna vóru boðin starvsfólk í Heimatænastuni, avvarðandi og umboð fyri
Heilsuhjálparafelagið.
Leiðarin í heimatænastuni, Sonja Klein ynskti í røðu síni at takka Elisabet og Mallu fyri langa og
trúgva tænastu. Hon legði í røðu síni dent á, at tær báðar vóru tvær, sum gjørdu sítt arbeiði til lítar í
tí stilla. Um tað vóru umstøður, ið kundu verið betur, vístu tær tó altíð á hesar á ein hampiligan hátt.
Leiðarin í Heilsuhjálparafelagnum, Ása Holm takkaði teimum báðum vegna felagið. Hon takkaði
eisini øllum limunum í Heilsuhjálparafelagnum í Vágum fyri góða móttøku, tá fundir vóru í
økinum. At enda takkaði hon Sonju Klein, sum hevur valt at fara frá sum leiðari fyri
Heimatænastuna í Vágum, fyri gott samstarv gjøgnum nógv ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald