2016-01-18 18:59
Íslendsku svartkjaftaskipini - Heimaey og Beitir - hava sett kós móti Íslandi, báðir fullfermdir av svartkjafti.
Heimaey fór at sigla í nátt og Beitir fór at sigla nú á middegi, teir verða báðir í Íslandi í morgin, Beitir landar til Sildarvinnsluna í Neskaupstaði, hvar Heimaey landar vita vit ikki beint nú.
Skipini hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har eru tvey íslendsk skip í løtuni - Sigurdur og Aðalsteinn Jónson og so er Børkur ávegis har suður, hann hevur landað í Íslandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald