Politikkur

Heim fyri seinheilaskadd í Klaksvík

...

2021-08-28 07:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, helt í dag røðu til hátíðarhaldið, nú arbeiðið at gera nýggjan depil fyri fólk við seinheilaskaða byrjar.

Nýggi depilin, sum eftir ætlan letur upp í januar 2023, kemur at veita eitt heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða. Staðsetingin er í Klaksvík á Stangavegi 53, og arbeiðið at umbyggja bygningin er farið gongd. Talan er um gamla Nema bygningin, sum P/F Christian í Grótinum hevur keypt. Felagið hevur gjørt sáttmála við P/F Kanjon um at innrætta húsini til ætlaða leigumálið.

Talan verður um 15 íbúðir, har borgarar koma at fáa fastan bústað, búgva í eitt longri tíðarskeið ella koma til umlætting eitt styttri tíðarskeið. Íbúðirnar vera í ymsum støddum, umframt at atgongd eisini verður til felags køk og stovur.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at gongd nú er komin á arbeiðið við nýggja deplinum, og at vit kunnu síggja fram til eitt gott heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða.

Til móttøkuna vórðu fleiri røður og tónleikaframførsla, eins og boðið varð til ein góðan drekkamunn

Les alla røðuna hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna her:

Góðu tit øll

Hetta er ein stórur dagur í dag, og havi eg hug at siga, eisini ein søguligur dagur, fyri okkum allar føroyingar, nú lunnar eru lagdir undir hesum nýggja depli til fólk við seinheilaskaða á Stangavegi 53 her í Klaksvík.

Tá eg bleiv landsstýriskvinna í almannamálum, setti eg mær fyri, at nú mátti eitt heim/bústovnur koma til fólk við seinheilaskaða, tí tørvurin er so ovurhonds stórur. Og tað eru ikki so fáir fundir, ið hava verið millum Almannaverkið og Almannamálaráðið í sambandi við hesa stóru avbjóðing. Saman hava vit funnið loysnir til frama fyri okkara borgarar.

Og tá henda løta upprann, at vit høvdu møguleika at leiga henda bygningin, var tað ongin ivi í mínari sál, at fara eftir og taka av hesum stóra møguleikanum.

Leigumálið er komið uppá pláss. Og gevur hetta møguleikan fyri at fara undir arbeiði at umbyggja bygningin til nýggjan depil fyri fólk við seinheilaskaða.

Hesum hevur tað verið bíðað eftir longi. Og nú, innan stutta tíð, kunnu borgarar við seinheilaskaða veruliga síggja fram til at fáa betra um tilboðið til teirra. Vit kunnu øll gleðast saman við teimum og teirra avvarðandi. Og eisini tykkum á Almannaverkinum, sum nú endiliga sleppa at bjóða fram hetta tilboðið.

Við hesum leigumáli hava slóðbrótandi møguleikar latið seg upp. Og lunnar eru nú lagdir undir hesum nýggja depli til fólk við seinheilaskaða. Talan verður um eitt pilotprojekt, har vit fyri fyrstu ferð her á landi, sleppa at byggja nakað nýtt upp. Og tað í kørmum, sum eisini veruliga loyva hesum.

Nýggi depilin fer at rúma 15 íbúðum. Og talan verður eisini um fleiri bú-møguleikar:

  • Her fara borgarar at fáa fastan bústað
  • Her kunnu tey koma at búgva í eitt longri tíðarskeið
  • Og her fara tey eisini at kunna koma til umlætting í eitt styttri tíðarskeið

Íbúðirnar verða útgjørdar til tørvin hjá ymsu sjúkubólkunum, frá tungt rørslutarnaðum til lættari tilburðir. Tær vera í ymsum støddum og við ymiskari innrætting, umframt hvør hæddin hevur atgongd til felagsøki.

Staðsetingin her í Klaksvík er samstundis uppløgd, tætt við Klaksvíkar Sjúkrahús, sum tekur sær av rehabilitering av fólki við seinheilaskaða innan sjúkrahúsverkið og skapar hetta góðar møguleikar fyri fruktagóðum samstarvi.

Tørvurin hevur verið stórur og eyðsæddur í mong ár. Vit vita eisini, at tað árliga leggjast eini 2-4 fólk afturat, sum verða rakt av seinheilaskaða. Hesi eru sjálvsagt ikki øll líka hart rakt. Men í útgangsstøðinum er støðan altíð álvarslig. Teimum tørvar í fyrsta umfari akutta hjálp á sjúkrahúsi, og í framhaldi av hesum, dygdargóða uppvenjing. Og her er tað, at tað hevur mangla í, at kunna bjóða eitt sjálvsagt rehabiliteringstilboð, sum víðari skal menna tey, til eina so optimalan støðu, sum til ber.

Frameftir verður í nógv størri og betri mun møguligt at veita eitt uppvenjingartilboð, eftir at fólk eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsinum, soleiðis at fólk ikki liggja liðugtviðgjørd á sjúkrahúsinum uttan neyðuga tilboðið víðari.

Nógvir føroyingar hava verið til endurvenjing í Danmark (ella útlondum). Heilafelagið, saman við MEGD, hava aftur og aftur víst til tørvin á, at seinheilaskadd fáa í boði eina heildarloysn fyri rehabilitering í Føroyum, og tað fara vit at fáa við hesi loysnini.

Tað er ikki nøktandi, at endurvenjing hevur verið so avmarkað. Heldur skal støðið takast í tørvinum hjá tí einstaka. Hetta verður lættara at leggja til rættis, nú møguleikin verður fyri at búgva í styttri og longri tíðarskeiði, eins og tað verður lætt at samstarva við sjúkrahúsið.

Tað kann taka sína tíð frá hugskoti ella vilja, til at menna eitt virksemi, sum hetta. Og víðari til at fáa karmarnar til vega. Vit vita frá okkara byggiverkætlanum, at tá vit byggja ein nýggjan bú- og umlættingarstovn, tekur tað rúma tíð, frá farið verður undir fyrireikingarnar, til at bútilboðið er klárt at flyta inn í.

Tí eri eg serliga fegin um loysnina. Og her hevur Klaksvíkar Kommuna verið okkum ein góður samstarvsfelagið. Leigumálið er gjørt við P/F Christian í Grótinum, sum nú hevur gjørt sáttmála við P/F Kanjon, um at innrætta húsinum til endamálið.

Og hyggja vit útum, síggja vit stórbæru náttúruna her á Kósini, við útsýni yvir Vánna og Klaksvíkina. Og norðureftir sæst bæði norður gjøgnum Haraldssund, Kunoyargalvur og yvir á Kalsoynna. Her verður lívsjáttandi, at sita og njóta útsýni ???tá ið roðin um Nestindar fer??? og leggur seg so vakurt yvir fjøll og sjógv.

Fyri meg sum landsstýriskvinnu í almannamálum, er hetta ein stór løta, nú gongd er komið á arbeiðið við nýggja deplinum. Nú kunnu vit síggja fram til eitt gott heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða.

Tað er umráðandi, at vit nú kunnu skapa karmar fyri, at hesir borgarar kunnu verða tryggjaðir eitt heildartilboð. Og har tey fáa lagt tilveru sína í eina trygga og fasta legu. Og hetta við øllum neyðugum stuðli frá starvsfólkum, við fakligum førleikum og menniskjansligum eginleikum.

Eg skal enda við at ynskja bestu eydnu við nýggju hølunum og framtíðarvirkseminum sum hetta fer at húsa. Og spennandi verður at fylgja arbeiðinum, við at fáa sett hølini í stand og fáa sett starvsfólkahópin innan neyðugu starvsøkini.

Takk fyri.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder