Politikkur

Heilsuverkið undir ein hatt

...

2015-08-24 02:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eitt av heitu politisku eplunum er heilsuverkið.

Vit hava trý vælvirkandi sjúkrahús í Føroyum, tíbetur.
Havi eg skilt tað rætt so kostar heilsuverkið einar 700 mill.
Hetta er ein øgilig upphædd.
Samstundis vera nýttar bert 6 mill. heilsuliga fyribyrging.
Her er nakað heilt galið.
Játtanin til fyribyrging má og skal økjast. Helst er tað sonevndu vælferðarsjúkurnar ið fokus má setast á.
Við eini øktari játtan til fyribyrging, átti trýstið á sjúkuviðgerð at minka.
Alt gott um trý sjúkrahús, men tað mátti latið seg gjørt at lagt tey undir eina leiðslu.
Soleiðis kundu vit havt eitt nógv rationellari sjúlkrahúsverk. Høvdu sloppi undan dupult funktiónum, o.s.v.
Tá tað er so sera umráðandi í øðrum høpið at rationalisera, og leggja stovnar saman, so má tað eisini lata seg gera at leggja sjúkrahúsini undir eina leiðslu.
Hetta er ikki fyri at niðurlaga naka sum helst, men fyri at effektivisera. Serliga nú ið heilivágútreidslurnar vaksa við 12 míla ferð.
Bert sunn fornuft.


Fróði ?? Olsen

Valevni Fólkafloksins???

Les fleiri lesarabrøv her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder