Politikkur

Heilsugóð matarskipan til dagstovnar og skúlar

...

2016-10-20 16:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Heilsugóð matarskipan til dagstovnar og skúlar


Eg ætli mær at gera eina roynd aftrat at seta í verk eina fleksibla, heilsugóða matarskipan á dagstovnum og skúlum í Tórshavnar kommunu, sum foreldur kunnu melda til eftir tørvi. Nakrir skúlar hava sína egnu skipan, men vit hava ongantíð sett eina samlaða skipan í verk fyri dagstovnar og skúlar

Eg havi fleiri ferðir roynt at fingið undirtøku fyri einari heilsugóðari matarskipan fyri allar dagstovnar og skúlar í Tórshavnar kommunu. Ein kanning, sum var gjørd ímillum foreldur í hesum valskeiðnum, vísti, at tørvur er á slíkari skipan, og tá eg havi tosað við býráðslimir, so tykist meiriluti hava verið fyri einari matarskipan.
Eg skjóti upp eina smidliga og fleksibla matarskipan, har foreldrini sjálvsagt sjálv gera av, í hvønn mun børnini skulu vera við í matarskipanini. Helst eru foreldur, sum velja at gera børnunum allar matpakkar heima. Vit eiga at virða hetta sjónarmiðið, men vit eiga sanniliga eisini at hugsa um øll tey, sum av einari ella aðrari orsøk ikki altíð hava orkuna til tann heilsugóða matpakkan.
Mangan havi eg ??? bæði sum foreldur og námsfrøðingur ??? hugsað, at tørvur er á einari matarskipan, sum dagliga stimbrar børnini í dagstovnunum og næmingar á skúlunum í høvuðsstaðnum. Ein heilsugóð matarskipan er við til at stuðla upp undir innlæringina og bøta um trivnaðin, eins og hon eisini lættir um hjá foreldrum, sum helst í strævna gerandisdegnum mangan kenna, at hugflogið til góða matpakkan er avmarkað.
Borgarstjórin á Vaglinum hevur fleiri ferðir upplýst fyri mær, at arbeitt verður við einari matarskipan, men enn er einki ítøkiligt komið burtur úr hesum. Eg havi spurt meg fyri hjá nøkrum skúlum, sum eg frætti um, og har hava leiðslurnar upplýst, at hesir skúlar eru meira ella minni sjálvstøðugir partar í einari skipan hjá einari privatari fyritøku ??? tað vil í roynd og veru siga, at skúlarnir hava verið noyddir at seta sínar egnu skipanir í verk.
Eg haldi ikki hetta er nóg gott í einum framkomnum høvuðsstaði, og tí fari eg eina ferð enn at seta matarskipanina á dagsskrá. Hesa ferð ætli eg mær ikki at bíða til borgarstjórin ella onkur annar høsnar seg lidnan við eitt uppskot um eina matarskipan. Eg noyðist tíverri at staðfesta, at øll tey føgru orðini um eina heilsugóða matarskipan vóru tóm luft í hesum valskeiðnum.
Tað er løgið, tá hugsað verður um, at matarskipanin er eitt ítøkiligt stig at bøta um trivnaðin hjá tí dýrabarasta, vit eiga ??? nevnilig okkara børnum. Nú havi eg bíðað nóg leingi eftir hesum máli, og tí verður heilsugóða matarskipanin eitt aðalmál hjá mær í komandi valskeiði, um eg verði valdur á kommunuvalinum 8. november.


Vinalig heilsan
Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder