Heilsufótbólturin er farin á rull aftur í Miðvági og Sandavági.
Heilsufólturin byrjaði her vesturi hesa tíðina seinasta ár. Í Miðvági hjá MB og í Sandavági hjá 07Vestur. Nógv vóru til venjing ta fyrstu tíðina, men nøkur fóru burturav vegna skaða og onnur góvust - sama skil var í báðum bygdunum. So einaferð í august varð avgjørt at sláa venjingarnar saman, soleiðis at vant varð ein dag um vikuna í Miðvági og ein dag um vikuna í Sandavági - tað riggaði avbera væl, venjingin helt á til inn í desember í fjør.
Seinast í januar í ár byrjaði venjingin aftur, nú tey seinastu kvøldini hava nógv fólk verið til venjing.
Í kvøld var myndamaður okkara ein túr á Valloyruni, tey vóru tilsamans 23 til venjingina í kvøld og tað sá út til, at tey stuttleikaðu sær óført.
Venjing er í Miðvági mánakvøld og í Sandavági mikudag, bæði kvøldini kl. 19.
Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin til venjing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald