Ítróttur

Heilsufótbóltur á Valloyruni

...

2015-04-28 01:04 Author image
placeholder

Mikukvøld kl. 20 verður HEILSUF??TB??LTUR á Valloyruni í Sandavági. Heilsufótbóltur er eitt heilsu-átak, sum Fótbóltssamband Føroya og Fróðskaparsetur Føroya í samstarvi við feløgini ynskja at seta í verk á vári í 2015.

Heilsufótbóltur (fótbólt fitness) er á veg fram kring allan heimin, og eitt nú í Danmark eru í dag umleið 300 feløg, sum bjóða almenninginum hendan møguleikan.

Fyri 07 Vestur er tað Andrea Nielsen, ið skipar fyri, og øll eru hjartaliga vælkomin at venja við. Spurningar kunnu sjálvandi setast Andreu á telefon 792771, ella til Jákup Olaf á 590707 ella [email protected].

Venjigarætlan sæst í breddanum til høgru --->

Í stuttum kann sigast um endamál og skipan av heilsufótbóltinum:

  • At hann skal vera við at bøta um fólkaheilsuna í Føroyum. Gransking vísir eisini, at fótbóltsspæl hevur jaligari árin enn renning, svimjing og venjing í heilsmiðstøðum.
  • At hann skal fáa vaksin/tilkomin fólk, eldri og yngri, kvinnur og menn, at venja og spæla fótbólt 2-3 ferðir um vikuna. Ikki minst tey, sum frammanundan hava lítlar royndir frá fótbóltinum.
  • At gera ymsar kanningar/testir av luttakarunum 2-3 ferðir í árinum.
  • At Heilsufótbólturin fyrsta árið er partur av eini granskingarverkætlan, men at hann heldur fram eftir hetta komandi árini.
  • At feløgini, við at vera við í hesum átaki, hava møguleika at knýta fólk aftrat felagnum, sum kunnu hjálpa til í dagliga virkseminum.
  • At FSF útvegar feløgunum ymsan útbúna og venjingartilfar til venjingina.
  • At feløgini hava ábyrgdarfólk, sum skipa fyri vikuligu venjingini, og sum møguliga sjálvi eisini kunnu vera partur av hesari.
  • At feløgini útvega tíð á vølli, evt sparkivølli, 3 ferðir um vikuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder