Í sambandi við, at Heilsudepilin í Miðvági verður alment góðkendur, verður samkoma á Heilsudeplinum mikudagin tann 22. juli 2015 kl. 1400.
Á samkomuni fer Sune Jacobsen borgarstjóri í Sørvágs kommunu at greiða frá endamálinum við samkomuni og skránni.
Síðan fer Karsten Hansen, landsstýrismaður at tosa yvirskipað um endamálið við, og innihaldið í heilsunýskipanini, m.a. um ætlanirnar við heilsudeplunum kring landið. At Heilsudepilin í Miðvági er í samsvari við Heilsunýskipanina. Við støði í royndunum á heilsudeplinum í Vágum er at vóna, at onnur økir í landinum fáa íblástur til at skipa heilsudeplar. Harafturat verður greitt frá status á økinum, og hvørjar ætlanir eru fyri framman.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, greiðir frá um tey ymsu tilboð, sum longu finnast í Heilsudeplinum í Miðvági. Síðani verður hugleitt um, hvørji onnur tilboð kunnu fara at verða veitt á Heilsudeplinum í komandi tíðum.
Eftir røðurnar bjóða kommunurnar te, kaffi og køkur og fólk kunnu ganga runt í Heilsudeplinum og síggja tey ymsu hølini og práta við heilsustarvsfólkini, sum starvast har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald