Ítróttur

Heilsan frá Livar, teir rógva aftur

...

2013-07-20 23:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

  Livar hevur ringt í dag og fortelur at fyri seks tímun síðan hálaðu teir drívakkerið inn og settust til árarnar aftur. Veðrið er av tí allar fagrasta í løtuni, eitt lítið lot av ymsum ættum. Komandi dagarnar fáa teir vindin eystan eftir 5 til 15 m/s.

Teir hava aftur havt trupuleika at gera streym, har teir ikki fingu løtt battaríðini sum teir ynsktu og tískil máttu soara uppá tann streymin teir høvdu. Nú hava teir tosa við teknikara í landið og tað sær út til at teirra vegleiðingar hava hjálpt, tí teir hava nú klára at løtt battaríðini.

Livar letur heilsa øllum og sigur at tað gongur gott, har er gott lag umborð og síggja teir fram til at koma undir 1000 fjórðingar til málið. Hetta er væntandi mitt í komandi viku, tað skrivar www.trip.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder