Vinna

Heildarveiðan økist - fýra fimtingar eru uppsjóvarfiskur

...

2016-06-09 09:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hagstovan: Í 2015 fiskaðu føroysk skip samanlagt 586 túsund tons á øllum leiðum. Tað eru 43 túsund tons meira enn í 2014, tá heildarveiðan varð 543 túsund tons. Í mun til 2014 er tað serliga nøgdin av svartkjafti, ið er økt - um 56 túsund tons - meðan størsta minkingin var í veiðuni eftir makreli - smá 44 túsund tons.

Heildarveiðan er økt munandi síðani 2012, nærum 230 túsund tons, og nærkast nú metárinum 2006, tá heildarveiðan var 623 túsund tons. Orsøkin til stóru økingina seinastu fýra árini, er einamest, at væl meiri av svartkjafti er veiddur ??? ein øking í nøgd hesi fýra árini á 239 túsund tons

Størsti parturin av heildarveiðuni, 259 túsund tons, varð fiskaður í føroyskum øki, sum er ICES øki Vb1b og Vb2. Tað er føroyski landgrunnurin og Føroya banki. Havast skal í huga, at heildarveiðan verður gjørd upp eftir ICES økjum (sí kort yvir ICES-økini niðast). Føroyskt sjóøki er eisini í ICES IIa, Iva og Va. Harafturat verður nakað av veiðuni á Hatton Bank og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum roknað at verða veitt í føroyskum øki.

Av hesum 259 túsund tonsunum í føroyskum øki taldi svartkjaftur um 173 túsund tons, upsi 27 túsund tons tons og sild 12 túsund tons.

Næst størsta fiskileið hjá føroyingum í 2015 var ICES øki IIa1 og IIa2 (Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið), har góð 138 túsund tons vóru fiskað, harav góð 68 túsund tons vóru makrelur.

Um fýra fimtingar av heildarveiðuni í 2015 eru uppsjóvarfiskur. Av hesum er svartkjaftur við góðum 282 túsund tonsum nógv tann størsti parturin.

Botnfiskasløgini telja áleið 15 prosent av heildarveiðuni, og er toskur um 40 túsund tons og upsi góð 28 túsund tons størsti parturin av hesum.

Av heildarveiðuni er fiskiskapurin eftir toski og hýsu og upsa minkaður seinnu árini. Toskurin er minkaður síðani 2003, frá 58 túsund tonsum niður í 40 túsund tons í 2015, men er tó vaksin nakað aftur tvey tey seinastu árini. Hýsunøgdin er hesa tíðina minkað heilt úr 30 túsund tonsum niður í góð 7 túsund tons.

Tað er í føroyskum øki, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest. Nógv tann størsti parturin av toskinum verður nú fiskaður í Barentshavinum. Upsafiskiskapurin er nærum einans á føroyskum øki og var heilt góður árini 2005-2009 ??? nærum 70 túsund tons í meðal hesi árini. Seinastu fimm árini hevur upsaveiðan í meðal verið góð 31 túsund tons.

Av tí at upplýsningar ikki eru tøkir um virðið á øllum tí partinum av heildarveiðuni, ið er uttan fyri avreiðingarskipanina, ber ikki til at gera landingarvirðið av samlaðu heildarveiðuni upp.

Heildarveiðan er dagførd í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsningar á fiskaslag og fiskileiðir.

Viðmerking: Heildarveiðan er uppgjørd í livandi vekt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder