Vinna

Heildarveiðan økist - fýra fimtingar eru uppsjóvarfiskur

...

2015-07-16 13:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan skrivar:

Í 2014 fiskaðu føroysk skip samanlagt 543 túsund tons á øllum leiðum. Tað eru 56 túsund tons meira enn í 2013, tá heildarveiðan varð 487 túsund tons. Í mun til 2013 er tað serliga nøgdin av svartkjafti, ið er økt -  um 143 túsund tons - meðan størsta minkingin var í veiðuni eftir sild - góð 72 túsund tons.  

Heildarveiðan er økt munandi seinastu 2 árini, nærum 200 túsund tons, og nærkast metárunum 2003-07, tá heildarveiðan var um 600 túsund tons árliga. Orsøkin til stóru økingina seinastu tvey árini er einamest, at  væl meiri av svartkjafti er veiddur, 183 túsund tons, og nøgdin av makreli er vaksin hesi bæði árini við góðum 40 túsund tonsum.

Størsti parturin av heildarveiðuni, 247 túsund tons, varð fiskaður í føroyskum øki, sum er ICES øki Vb1 og Vb2. Tað er føroyski landgrunnurin og Føroya banki. Havast skal í huga, at heildarveiðan verður gjørd upp eftir ICES økjum (sí kort yvir ICES økini her). Føroyskt sjóøki er eisini í ICES IIa, Iva og Va. Harafturat verður nakað av veiðuni á Hatton Bank og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum roknað at verða veitt í føroyskum øki.

Av hesum 247 túsund tonsum í føroyskum øki taldi svartkjaftur um 146 tons, sild 25 túsund tons og upsi 25 túsund tons.

Næst størsta fiskileið hjá føroyingum í 2014 var ICES øki IIa1 og IIa2 (Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið), har góð 132 túsund tons vóru fiskað, harav góð 96 túsund tons vóru makrelur.


Um fýra fimtingar av heildarveiðuni í 2014 eru uppsjóvarfiskur. Av hesum er svartkjaftur við góðum 226 túsund tonsum nógv tann størsti parturin. 

Botnfiskasløgini telja áleið 15 prosent av heildarveiðuni, og er toskur um 36 túsund tons og upsi góð 27 túsund tons størsti parturin av hesum.
 

Av heildarveiðuni er fiskiskapurin eftir toski og hýsu minkaður seinnu árini. Toskurin er minkaður eina lítla helvt síðani 2003, frá 58 túsund tonsum niður í 36 túsund tons í 2014. Hýsunøgdin er hesa tíðina minkað heilt úr 30 túsund tonsum niður í góð 5 túsund tons.

Tað er í føroyskum øki, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest. Nógv tann størsti parturin av toskinum verður nú fiskaður í Barentshavinum. Upsafiskiskapurin er nærum einans á føroyskum øki og var heilt góður árini 2005-2009 ??? nærum 70 túsund tons í miðal hesi árini. Seinastu trý árini er upsafiskaskapurin minkaður úr 65 túsund tonsum í 2009 niður í góð 27 túsund tons í 2014.

Av tí at upplýsningar ikki eru tøkir um virðið á øllum tí partinum av heildarveiðuni, ið er uttan fyri avreiðingarskipanina, ber ikki til at gera landingarvirðið av samlaðu heildarveiðuni upp.

Heildarveiðan er dagførd í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsningar á fiskaslag og fiskileiðir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder