Afturvendandi heystboðskapurin, sum farna samgongan tíbetur fekk steðgað, varð tíverri aftur at hoyra fyrst í vikuni, tá boðað varð frá, at allar sjúklingaviðgerðir, uttan lívsneyðugu, verða avlýstar tað, ið eftir er av árinum.
Er tað tí at peningur manglar í landskassanum?
Nei, so er ikki.
Tíðirnar eru so góðar fíggjarliga, at ???yvir flýtur???. 158 mió. eru í yvirskoti í ár og væntandi 460 mió. komandi. Og peningur verður settur í búskapargrunn, 23 mió í ár og eftir ætlan 263 mió næsta ár.
Jamen, er tað ikki óført, spyr tú kanska, at seta av til verri tíðir? Jú, so avgjørt, men tað er ikki í lagi, um peningur væntar til grundleggjandi tørvir hjá borgaranum. Tann peningur, sum verður tikin inn í skatti og avgjøldum frá vanliga borgaranum og vinnuni, skal fyrst av øllum brúkast til dagligu tørvir borgarans og ikki til at verða goymdur.
So áheitan Miðfloksins til løgman er einføld, leita inn í títt sosiala hjartað og gev boð um at flyta tær neyðugu milliónirnar frá heiløgu kúnni, Búskapargrunninum, til heilsuverkið.
Dagurin má ikki koma, tá Búskapargrunnurin, alt gott annars um hendan, ella aðrar heilagar kýr verða raðfestar framum grundleggjandi tørvir hjá einstaka borgaranum.
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald