
Tveir dagar fyri limum og teirra avvarðandi og ein dag fyri fakfólkum, ið arbeiða við fólki, ið hava fingið seinheilaskaða.
Tað er kendi neurosálarfrøðingurin Grethe Pedersen, ið er serføðingur í neurosálarfrøði og seinheilaskaða. Grethe er kend av mongum føroyingum, ið hava verið innløgd í Danmark eftir slagtilburð ella annan skaða í heilan. Á Vejlefjord arbeiðir Grethe m.a. við at vegleiða og hjálpa teim raktu og teirra avvarðandi víðari í lívinum eftir skaðan og at meistra gerandisdagin av nýggjum. http://grethep.dk/grethe-pedersen-neuropsykolog/
130 fólk verða árliga rakt av slagtilburði í Føroyum, so tørvurin er stórur á vegleiðing, viðgerð, endurvenjing og rehabilitering og m.a. lívlangari taluviðgerð.
Tað er viðurkent í øllum Evropa, at avvarðandi eru tann týdningarmesti stuðulin í samband við, at persónur verður raktur av álvarsligari sjúku. Avvarðandi eru eisini neyðugur partur í samstarvinum við tey faklærdu. Avvaraðandi eru ymisk og hava tørv á fjølbroyttum forstáilsi og átøkum og atlit mugu takast til ymiska tørvin.
Skeiðið vendir sær fyrst og fremst til limirnar í Heilafelagnum, eitt nú avvarðandi hjá fólki við seinheilaskaða, foreldur, hjúnarfelagar, syskin, ommur og abbar og aðrar limir við áhuga fyri innihaldinum á skeiðnum. Aldursmarkið er 18 ár.
Á skeiðnum 12. Og 13. mars vera hesi evni viðgjørd
Tær ósjónligu fylgjurnar ??? slag og tyngd
- Ein ferð kring heilans bygnað og viknað
- Tær ósjónligu fylgjurnar
- Hugskot og vegleiðing
Lær at klára gerandisdagin sum avvarðandi
- Reaktiónir hjá avvarðandi
- At liva við óbehagi og avleiðingum
- Netverkið og týdningur tess
Á skeiðinum 14. mars fyri fakfólk verður komið inn á hesi evni:
- Avvarðandi sæð í einum menningarsálarfrøðiligum sjónarhorni
- Sorgin og týdningur hennara í samstarvinum við avvarðandi
- Vit eru ein partar av nervalagnum hjá hvørjum øðrum ??? onkuntíð tíverri
- Tá skuldarkensla og skomm saman við øðrum kenslum køva huglagið og samstarvið
??? komið verður inn á eitt nú kenslu- og kynslív
- Hugskot til tað góða samstarvið við avvarðandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald