2015-01-27 19:35
Torshavn.fo skrivar: Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt vælkomurøðuna, tá vísundaligt symposium í infektiónssjúkum og immunologi varð sett í ??strøm í morgun. Røðan var samstundis ein heilsa til Jón á Steig, yvirlækna.
- Tað er mær ein sonn gleði og heiður, at bjóða tykkum vælkomin til okkara høvuðstað. Og tað er við stoltleika, at eg sum borgarstjóri síggi Tórshavn hýsa einum vísindaligum symposium sum hesum. Vælkomin øll somul, and welcome to our guests!
- Tað er ikki minni heiður at sleppa at vera við til at heiðra Jón á Steig, yvirlækna, sum í so stóran mun má sigast at hava verið við til at leggja grundina til tað sjúkrahúsverk, vit í dag hava. Tað er sera hugaligt at lesa spennandi skránna hjá tykkum fyri dagin. At síggja, at vit eiga so nógv vælútbúgvið fólk í Føroyum er ikki minni enn eitt altjóða bragd.
- Men hetta má eisini sigast at vera eitt tekin um, hvussu væl tað hevur eydnast teimum, sum undan hava gingið, at skapt eitt fakligt umhvørvi innan hesa vísindi í Føroyum. Og við tí rætta hugburðinum fara vit eisini at megna at halda fast við tað og flyta okkum enn longri fram.
- Eitt heiðurssymposium sum hetta - við fakfólki á fremstu rók - er í tráð við ætlanina hjá Tórshavnar býráði. Tað er í tráð við okkara visjón um, at Tórshavn skal vera ein virkin lestrar- og granskingarbýur. Vit eru sum býur í harðari kapping við aðrar høvuðsstaðir. Vit eru í kapping um heilar, og vit eru í kapping um innovatión ??? nýhugsan.
- Landssjúkrahúsið trekkir til sín heilar, og Landssjúkrahúsið stendur fyri støðugari nýhugsan. Tí er tað fyri Tórshavnar kommunu ??? ja, fyri allar Føroyar ??? ómetaliga týdningarmikið at menna og hjúkla um Landssjúkrahúsið, so vit eisini í framtíðini klára okkum í kappingini og tráðanini eftir at varðveita eitt gott og trygt sjúkrahúsverk við høgum fakligum støði. Hetta hoyrir einum høvuðstaði til. Hetta hoyrir tí góða vælferðarsamfelagnum til.
- Tórshavnar Kommuna er stolt av Landssjúkrahúsinum, og tað er mær ein heiður í dag at sleppa at vera við til at vísa á alt tað góða, sum er bygt upp rundanum hetta serliga umhvørvið, og at vera við til at vísa teimum yngru á stoltu fyrimyndirnar, vit eiga í eldsálum sum Jón á Steig, og harvið eisini minna á týdningin av at virka í felag og hugsa síni avrik yvir tíð. Hetta at byggja víðari á vitan, sum tey, sum undan eru farin, hava skapt, við tí í huga at bera hesa vitan víðari til tey, sum koma aftaná. Tað er hesin hugburður, sum hevur borið vísindina so langt fram á leið.
- Og so nøkur orð um heiðursgestin. Eg kenni best Jón frá ítróttini og eisini privat - konur okkara eru systkinabørn. Jón er gamal hondbóltsmálverji úr Sandavági. Í dag er Sandavágur kanska ikki best kend fyri hondbólt, men tá smæddist liðið ikki burtur. Seinni gjørdist Jón virkin í ÍSB, Ítróttasambandinum fyri Brekað. Hann varð valdur í starvsnevndina frá fyrsta degi og har situr hann enn, og hevur gjørt eitt megnararbeiði. Sjálvur var eg forseti í Ítróttasambandi Føroya í nógv ár, og í tí sambandi hava vit mangan umboðað Føroyar á ferðum saman uttanlands, eitt nú í norðurlendskum høpi, men eisini á paralympisku leikunum í Korea í 1988 og í Athen 2004.
- Í dag eru vit her fyri at heiðra Jón á Steig fyri hansara stóra íkast til læknavísindina og sjúkrahúsverkið í Føroyum. Jón er kandidatur frá Københavns Universiteti í 1966. Hann varð kursistur á Ríkissjúkrahúsinum og gjørdist serlækni í internum medisin í 1974. Í 1977 byrjaði hann so í starvi sum serlækni í lungasjúkum á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum, har hann eisini gjørdist yvirlækni.
- Jón tók yvir arbeiðið eftir eina aðra eldsál, tuberklalæknan Vilhelm Magnussen. Og sum partur av næstu bylgjuni av yngru læknum í Føroyum, hevur hann í stóran mun verið við til at lagt grundarlagið undir alt tað, sum Landssjúkrahúsið er í dag. Tað, sum ger, at Jón í so sjáldsama stóran mun hevur lagt nakað eftir seg er, at hann hevur ikki bara verið til arbeiðis og gjørt sítt, nei hann hevur gingið uppí sín læknagerning við lívi og sál.
- Jón hevur dugað at sæð og skapt møguleikarnar, og hevur tí megnað at hugkveikja onnur. Soleiðis hevur hann veruliga gjørt mun fyri sítt fak, samstundis sum hansara lutur heldur ikki hevur ligið eftir í sjálvbodna arbeiðnum. Jón á Steig hevur verið góður fyri Landssjúkrahúsið og tað umhvørvið, sum har er skapt. Og hann hevur ikki minni enn tveir synir, sum hava valt at fylgja fyrimyndini í pápanum, og eru í dag báðir eisini yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum.
- Stóra takk fyri tín stóra innsats, Jón, og títt dygga íkast til læknavísindina í Føroyum. Eisini takki eg tykkum, sum hava fyrireikað hetta symposium til heiðurs fyri Jón á Steig. At viðurkenna er ein dygd, sum vit ofta gloyma. Men við hesum viðurkenna tit ikki bara heiðursgestin, sum sanniliga hevur viðurkenning uppiborið. Tit viðurkenna eisini vísindina og tey úrslit, sum so nógv, við sínum stóra arbeiði, hava verið við til at fremja.
- Við hesum ynski eg tykkum øllum ein góðan og fakliga gevandi dag. Og góði Jón, eg fari at ynskja tær og familjuni alt tað besta í framtíðini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald