Ítróttur

Heiðurslønir latnar á ársveitsluni í gjárkvøldið

...

2014-10-05 20:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sambært siðvenju vóru aftur í ár heiðurslønir latnar á ársveitslunia hjá 07 Vestur. Í ár fingu toppskjúttar hjá gentum 17, 2. liðið og 1. liðið heiðursløn, umframt ársins stjørnuskot og ársins leikara. Eisini var ein serligur heiður aftur latin í ár.

Toppskjútti gentur 17: Eva Kristiansen

Fyrsti heiðurin var latin toppskjúttanum hjá gentum 17. Hetta er eisini fyrsta árið 07 Vestur luttekur í hesi kappingini. Toppskjúttin er Eva Kristiansen, sum er í Danmark í skúla. Hennara vegna tók Barbara Prior móti heiðrinum.

Toppskjútti 2. lið: Hørður Johansen

Hildi var áfram við toppskjúttunum, og næsti málrevurin var at finna á 2. liðið, sum vann bronsu í 3. deild. Eisini hesin var uttanlanda, á námsferð. Toppskjútti okkara í 3. deild var Hørður Johansen.

Toppskjútti 1. lið: Torstein Mýlingstind

Síðsti toppskjúttin vann heiðurin í síðsta dystinum í ár tá 1. deild spældi við Margáir. Hann byrjaði dystin 2 mál framman fyri teir næstu, men tá so Gunleif skoraði tvey mál stóð á jøvnum. Liðskiparin var tó so galantur at hann legði upp til avgerðandi málið í 90. minutti, og soleiðis kom Torstein Mýlingstind at standa einsamallur við heiðrinum.

Ársins stjørnuskot: Høgni Egilstoft Nielsen

Fyri fjørðu ferð var heiðurin latin, og, eins og áður, vóru tað leikararnir sjálvir, ið atkvøddu. Undanfarnu árini er hann latin Rógva Egilstoft Nielsen, Torstein Mýlingstind og Jákup Sveinbjørn Olsen.

Í ár skuldi heiðurin, eftir atvøðugreiðsluni at døma, ikki skaka nakrar av dugnaligu fótbóltsviðmerkjarunum. Ársins stjørnuskot 2014 hevur útmerkað seg við stórum ídni og hevur ment seg sera nógv. Hann hevur spælt flest allar dystirnar, 23 tilsamans. Hann hevur spælt nærum allar dystirnar í verjukendum rollum, á fleiri plássum, við stórum yvirblikkið og yvirskotið.

Ársins leikari: Gunleif Olsen

Síðstin heiðurin, ið latin varð leikarum fyri avrik í ár, varð latin ársins leikara, einum leikara, sum hevur víst hegni og evnir framum aðrar. Hesin heiður var latin fyri fjóru ferð, og undanfarnu vinnarar av átkvøðugreiðslu ímillum leikararnar sjálvar, eru latnir profilum sum Jovan Radinovic-Panic, Tór-Ingar Akselsen og Andras Gango.

Ársins leikari 2014 hevur víst seg sum ein av týðningarmiklastu leikarunum, bæði á og uttanfyri vøllin. Ársins leikari hevur tikið stóra ábyrgd, sum leiðari og við avgerðandi leiklutið á vøllinum. Við stórum kapasitetið um allan vøllin, bæði við málum og avgerðandi taklingum.

Ársins herðaklapp: Egil Petersen

Jarnhold Nattestad, fomaður í 07 Vestur, handaði eisini síðstu heiðurslønina, og segði soleiðis:"Vit endað heiðringina í kvøld við at heiðra einum serligum persóni, við ársins herðaklappi. Ársins herðaklapp verður latið hvørt ár til ein ella fleiri persónar, í hava gjørt ein serliga innsats fyri felagið.

Í ár verður heiðurin latin einum persónið, ið hevur víst eitt einastandandi tænarasinni, bæði í yngri og vaksnu deildunum. Hesin persónurin sær út til at kunna taka allar uppgávur uppá seg, bæði stórar og smáar, tungar og lættar. Bæði regluligar og óregluligar, bæði seint og tíðliga, og við bæði langari og ongari fyrireikingartíð.

Hesin persónurin hevur eisini havt stóran týðning fyri leikarar, venjarar, nevnd og meg persónliga.

Tí er tað mær ein heiður, at kunna lata ársins herðaklapp til......... Egil Petersen!"


Sí fleiri myndir her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder