JN

Heiðursgáva Landsins 2017 - Frits Johannesen

...

2018-01-24 22:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mentamálaráðið: Heiðursgáva Landsins 2017 verður latin Frits Johannesen, fjøllistamanni við hesi grundgeving:

Av og á síggja vit, at eitt stað verður serliga gávað, tí ein ella fleiri av teimum,sum har búgva, eru ómetaliga væl fyri listaliga. Hetta ávirkar lættliga ung sumeldri og setir síni spor í alt umhvørvið, ja, sæst aftur gjøgnum fleiri ættarlið.

Frits Johannesen er ein teirra. Sum barn av sínum heimstaði Fuglafirði, hevurhann búð har alt sítt lív, og har hevur hann virkað sum lærari frá 1967 til 2008.Serliga í lærugreinunum sangi, tónleiki og myndlist, tvinnaði Frits skjótt taðpedagogiska við tað kreativa. Støðið varð lagt, og børnini gleddu seg at fara ískúla.

Frits Johannesen er tann ótroyttiligi granskarin, har hansara kynstur er atkanna allar møguleikar, sum liggja í tí at skapa og bera fram í skrift og talu.Myndlist, sjónleikur, skaldskapur, sangur og tónleikur eru alt treingir, sumFrits Johannesen leikar so yndisliga og fagurt á. Hann er ríkt gávaður, og taðheldur hann ikki fyri seg sjálvan, men ber tað ósjálvsøkið og gleðiliga víðari.Víðari til skúlabørnini. Víðari til ungdómin, bygdarfólkini og nærumhvørviðvið framførslum, framsýningum og listaligum prýði. Og soleiðis eisini víðaritil alt Føroya fólk.

Frits lærdi næmingarnar at syngja og spæla ymisk ljóðføri, tekna og mála, yrkjaog skriva. Umframt hetta hevur hann sjálvur skrivað seks sangleikir, sum havaverið framførdir í Fuglafjarðar skúla.

Sum kórleiðari var Frits primus motor hjá Fuglafjarðar gentukóri, ið byrjaði atsyngja í 1980. Tá ið hann legði dirigentstavin frá sær í 2001, var talan um eittserliga gott kór, sum hevði gjørt tilsamans 12 konsertferðir í Norðurlondumog Týsklandi. Kórið hevur ein serligan lokalan stíl við uppruna í føroyskumløgum. Hóast mong ár eru gingin, liva upptøkurnar enn sum ein delikatessa úrFuglafirði við sínum runda og milda klangi.

Fjøllistamaðurin og eldsálin Frits Johannesen hevur altíð verið til reiðar atlyfta, stuðla, eggja og skapa. Hetta hevur verið og er mergurin í øllum lista- ogmentanarlívi bæði í nærumhvørvinum og í landinum sum heild.

Fyri hetta avrikið fær Frits Johannesen Heiðursgávu Landsins 2017.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder