2015-06-15 17:48
Til árliga ruddingardagin leygardagin, tann 13. juni 2015, varð enda við samkomu inni á Giljanesi, har tvey heiðursbrøv blivu handað.
Heiðursbrøvini blivu handa til tveir persónar, sum hava gjørt eitt stórt ósjálvsøki arbeiði í kommununi.
Tey ið blivu heiðra í ár vóru Haldis Hansen í Miðvági, sum saman við manni sínum og familjuni, ígjøgnum 30 ár hevur lagt lív og sál í ungdómsarbeiði hjá Miðvágs Róðrarfelag.
Síðani varð tað Sigurd Petersen, fyrrverðandi skúlastjóri, sum bleiv heiðraður, fyri tað stóra ósjálvsøkna arbeiði hann hevur gjørt fyri SíF og ungdómsarbeiði í Sandavági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald