
Á eittára stovningardegnum hjá Heimafriði í dag, handaði felagið skipasmiðjuni MESTheiðursbræv.
Tað var Trina Eysturoy, forkvinna, sum handaðiMouritz Mohr, stjóra, heiðursbrævið. Grundgevingin fyri heiðurinum er, at MESThevur gjørt sítt til at tryggja borgarum í grannalagnum hjá skipasmiðjuniheimafrið.
Við slíkum heiðuri ynskir Heimafriður at heiðrafyritøkum og kommunum, sum taka atlit til sínar grannar og borgarar.
Síðani Heimafriður var stovnað er ein broytingfarin fram. Serliga er tað skipasmiðan MEST, sum hevur framt broytingar.Seinastu tíðina eru nærum øll skip, sum eru komin á skipasmiðuna á vestarubryggju í Tórshavn løgd til landstreym. MEST hevur sjálvt tikið stig til hesabroyting.
Harafturat hevur MEST boða borgarum frá, umteir gera eitt hvørt arbeiði, sum larmar serliga illa og leggja arbeiði tilrættis soleiðis at gangurin órógvar minst møguligt. Hesa broyting merkjagrannarnir til skipasmiðjuna sera væl.
Mouritz Mohr, stjórið á MEST, tók ímótiðheiðursbrævinum. Stjórin á MEST og starvsfólkini eru sera fegin og ovfarin umheiðurin. Mouritz Mohr helt ikki sjálvur, at teir hava gjørt so nógv, men viðteimum tiltøkum, sum MEST hevur sett í verk vísir fyritøkan samfelagsábyrgd.Eisini er hetta prógv um, at smáar broytingar, kunnu gera ein ómetasliga stóranmun fyri Heimafriðin hjá borgarum.
Heiðursbrævið
Heiðursbrævið til MEST er soljóðandi:
Heimafriður vil við hesum heiðursbrævi takka MEST fyri atskipa soleiðis fyri, at skip, sum MEST hevur havt í varðveitslu, í rúma tíðikki hava órógvað tey, ið búgva í økinum við vestaru bryggju í Tórshavn.
Tykkara íkast vísir, at MEST tekur samfelagsábyrgd. Hettahevur ómetaligan stóran týdning fyri heimafriðin hjá teimum sum búgva ígrannalagnum.
Vegna felagið og nevndina í Heimafriði
Trina Eysturoy
Forkvinna
Tlf. 210913
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald