Tað eru nógv "teking í Sól og Mána" í 2015. Tað mest sjónliga er at Gud byrjar tað bíbilska árið við einum ???tekni??? einari ???Sólarmyrking??? sum er 20.Mars í okkara kalendara. Tað sum nógv ikki vita er, at hendan Sólarmyrking rakar bíbilska nýggjári, sum er 1. Dagurin í Nisan.
Hettakunnu vit ikki bara siga er ein tilvild. Hetta er eitt ???tekin??? til okkara og kann merkja eitt skiftið í tí sum hevur verði galdandi, og at nú byrjar nakað nýtt í Guds profetisku ætlan beint fyri kommuni hjá Messias í heimin. Somu tekin í Sól og Mána" sum vit uppliva í 2014-og 2015 vóru í árinum 70-71 e.k, tá templi í Jerusalem bleiv brent av og ári eftir javna við jørðina. Og júst somu tekin vóru í árinum 32 og 33 vísur heimasíðan hjáhttp://eclipse.gsfc.nasa.gov/eclipse.html
Hvat mundi henda tá?
At hesin skuggin so rakar okkara lítlu tjóð mitt úti í Atlantshavinum er eisini ógvuliga sermerkt. Vit fara at hyggja eftir hesum sermerkta fyribrigdinum "Tekin í Sól og Mána". Tað tikist sum at hesi bíbilsku "tekin" rópa til okkara, VAKNI, VAKNI, VENDI UM, GERÐI TYKKUM KLÁR, KOMA MÍN ER BEINT FYRI FRAMMAN.
Av tí mánin er serliga nær jørðina júst nú, rakar aldarinar flóð og fjøra jørðina eisini 20. mars og 20. Mars er eisini javndøgur. Serfrøðingar siga at munurin á flóð og fjøru í St. Malo víkini í Fraklandi verur heilt uppí 15,15 metur. Í Fundy víkini á eystur síðuni av Canada verur tað heilt upp til 16,15 metur. Tað er heilar 5 metur hægri enn vanligt. ???Super mánin??? er frammi ca. einaferð hvørji 18 ár. ???Super Mánin??? er 20% bjartari og 15% størri enn ein vanligur fullmáni.
???Super mánin??? gjørdi eisini at skuggin av sólar myrkingini gjørdist serliga breiður, tá hesin byrjaði út fyri Newfoundlandi og sum eitt stórt speglvent C kom sunnanfyri Ísland, yvir Føroyar, norður yvir Svalbard, fyri síðan at enda yvir Norðurpólinum.
Vit vóna at síggja nógv fólk til at heiðra Bíbilska nýggjári í Glyvra Missiónshúsið í kvøld Kl 21.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald