Ítróttur

Hegga verður venjari komandi trý árini

...

2013-09-25 18:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur og Jógvan Hendrik Svabo Samuelsen, ella Hegga, sumvit kenna hann best, hava gjørt sáttmála fyri komandi trý kappingarárini. Heggaskal standa fyri besta liðið felagsins, umframt at vera høvuðsungdómsvenjari.

 ???07 Vestur skal veraeitt felag fyri okkum í vesturøkinum. Nakað, vit kunnu gleðast um, savnast umog vera errin av. Stóra arbeiði, ið verður gjørt í yngru deildunum skal núsíggjast aftur í, at okkara leikarar skulu manna lið felagsins, eisini bestaliðið???, sigur Jarnhold Nattestad, formaður felagsins.

Hegga hevur verið venjari í felagnum í fleiri ár, bæði hjáyngri liðum og á besta liðinum, bæði sum høvuðsvenjari og hjálparvenjari. Í árhevur Hegga staði á odda fyri okkara U16 dreingjaliðið, heilt í oddinum avbestu dreingjadeildini, umframt at hava arbeitt við U15-landsliðinum.

Komandi venjarin hevur fingið til uppgávu, at byggja eittlið burturúr teimum leikarum, í hoyra til í vesturøkinum, í Vágum ogNorðurstreymoy.

???Vit ynskja at okkara ítróttarligu mál skulu røkkast, vithava ein ítróttarligan stoltleika og vilja vinna hvønn dyst???, sigur formaðurin,???men skal felagnum vera lívi laga, skal byggast breitt, við framtíðini fyrieyga???.

07 Vestur luttók í ár við út við 30 liðum og er tískilmillum størstu feløgini í landinum. Felagið gjørdi eina royndaravtalu við SÍ ogSÍF í fjør, har 07 Vestur yvirtók aldursbólkarnar frá 12 og niður. Hendanavtalan varð gjørd endalig í vár, og 07 Vestur skal framyvir varða av øllumliðunum í Sandavági og Sørvági.

???Stóra undirtøkan í yngru deildunum gevur okkum eina trúgvuppá, at her vesturi hevur fóbóltspælið eina spennandi framtíð???, sigur JarnholdNattestad at enda, ???nógv gott er longu gjørt, og nú skulu vit byggja víðari,bæði í breiddini og í toppinum av pyramiduni???.

Skrivar 07vestur.fo.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder