Ítróttur

Hegga verður ikki høvuðsvenjari hjá 07 Vestur komandi ár

...

2016-10-23 21:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: 07 Vestur og høvuðsvenjarin, Hegga Samuelsen, hava samráðst um leinging av sáttmálanum, men semja er ikki funnin, og tískil verður Hegga ikki venjari hjá okkum komandi ár.


Hegga hevur seinastu 3 árini verið høvuðsvenjari, umframt at hann hevur røkt onnur skiftandi størv hesa somu tíðina, bæði sum høvuðsungdómsvenjari, og venjari hjá ymiskum av eldru ungdómsliðunum.

Tað varð eftir at felagið í 2013 flutti niður úr EFFO-deildini, at avtala var fingin í lag við Hegga, at hann skuldi átaka sær høvuðsvenjarastarvið. Nevndin hevði tá avgjørt at byggja nýggja lokalan hóp og at styrkja um ungdómsarbeiði.

Síðan tá hevur Hegga gjørt eitt megnararbeiði, bæði við barna- og ungdómsarbeiðinum og við teimum vaksnu. Hegga eigur eisini stóra æru av, at vit í dag hava nógvar aktivar leikarar.

07 Vestur ynskir at takka Hegga fyri tíðina og vit ynskja honum góða eyðnu framyvir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder