Ítróttur

Hegga settur í fulltíðarstarv í 07 Vestur

...

2017-07-02 20:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá 07 Vestur: 07 Vestur og Hegga Samuelsen hava undirskrivað eina avtalu, sum inniber at Hegga verður settur í eitt fulltíðarstarv í 07 Vestur.

Jens Erik Rasmussen var undan hesum kappingarárinum settur sum einsamallur ungdómsvenjari í 07 Vestur, og í 07 Vestur er man sera glaður fyri tað arbeiði Jens Erik hevur lagt í ungdómin. Í 07 Vestur vil man fyrst og fremst menna sínar egnu ungu spælarar, og tað skal síggjast aftur í 1. liðið seinni tá ungu spælarnir blíva eldri.

Nú hevur 07 Vestur so sett Hegga í eitt fultíðarstarv í felagnum. Har hann skal brúka ½ av tíðini sum ungdómsmennari, har hann kemur at hava gott samband við allar ungdómsvenjarnar í felagnum. Har afturat skal Hegga saman við Jens Eriki standa fyri øllum tí grundleggjandi ungdómsarbeiðinum í felagnum.

Hegga skal eisini taka sær av U16 burturav.

Teir báðir kennast væl á venjaraplássinum, tí hava teir havt ábyrgdina av besta liðnum hjá felagnum seinastu árini.

Afturat at verða ungdómsmennari í felagum, verður hann eisini samskipari í 07 Vestur.

Hegga byrjar í starvinum 15. juli. Vit ynskja Hegga vælafturkomnan í felagið.

07 Vestur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder