FSF: Mánakvøldið var lutakast um, hvussu spælast skal í undanumfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið.
- Eg ivist onga løtu í, at hetta verður ein torfør uppgáva. EB/Streymur vil gera alt fyri at reisa seg aftur skjótast tilber, eftir eitt heldur keðiligt kappingarár í fjør. Og tá teirra fyrsti dystur í ár er ímóti okkum, so skulu vit av álvara vera klárir, sigur Hegga Samuelsen, venjari hjá 07 Vestur.
Mánakvøldið var lutakast um, hvussu spælast skal í undanumfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Fróði Danielsen, starvsnevndarlimur í FSF, stóð fyri lutakastinum, sum varð avgreitt í 3-2 í sjónvarpinum.
Undanumfarið, 26. mars:
FC Suðuroy ??? Royn
MB ??? Undrið FF
1. umfar, 24. apríl:
MB/Undrið FF ??? Skála
HB ??? B71
ÍF ??? KÍ
FC Suðuroy/Royn ??? Víkingur
EB/Streymur ??? 07 Vestur
TB ??? NSÍ
Giza/Hoyvík ??? B68
AB ??? B36
Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini verða spældar 8. mai. Fyrru hálvfinalurnar er á skránni 25. og 26. mai, meðan seinnu hálvfinalurnar verða spældar 16. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 27. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald