Mentan

Heðin: -Turið eitt virðiligt umboð fyri Føroyar

...

2015-07-27 00:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Torshavn.fo: Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði fyri við at siga, at hetta var ein søgulig løta, tí ongantíð fyrr hava vit í Føroyum havt okkara egnu Miss Universe Føroyar. Men tað hava vit nú! Og hann nevndi, at vit eru errin, tá onkur av okkara standa seg væl, og ongantíð meira, enn tá okkara umboð roynast væl millum onnur umboð í altjóða høpi.


Borgarstjórin nevndi, at vit øll gleða okkum til at síggja Turið Elinborgardóttir sum eitt gott og virðiligt umboð í stóru altjóða kappingini. Miss Universe er tann størsta av teimum mongu kappingunum av hesum slagi, sum eru, og hon verður eisini mett sum tann, ið hevur ta størstu tignina.

- Talan er um sterkar, miðvísar, upplýstar og arbeiðssamar kvinnur, tí tær eru ikki sjálvsøknar og fremja bara síni egnu persónligu mál. Tvørturímóti er næstrakærleikin ein stórur partur av tí heila, tí tað snýr seg eisini um, at tær sum kvinnur vilja betra lív og umstøður hjá øðrum.

- Millum annað ger Miss Universe-felagsskapurin eitt stórt arbeiði ímóti HIV-smittu og eyðkvæmi ??? bæði við upplýsing, heilsukanningum, sjúkrarøkt, viðgerð og hjálp. Við øðrum orðum er hetta annað og meira enn bara eitt vakurt smíl, tí her nyttar einki við tí uttara vakurleikanum, um tann innari vakurleikin ikki eisini er við.

Borgarstjórin nevndi síðan, at lykilin til, at vit kundu krýna Turið sum okkara egnu Miss Universe Føroyar, er Laila av Reyni í Kollafirði, sum longu hevur staðfest sítt navn í slíkum høpi. Hon er kend fyri sínar avbera vøkru og ævintýrkendu kjólar, og hevur Laila sniðgivið og seymað kjólar til fleiri kvinnur, sum hava verið við í kappingum.

- Teirra millum Miss World Denmark í 2012 og danska umboðið í Miss Earth 2013, og tann vegin er Laila komin fram og er í ár dómari í donsku Miss Universe-kappingini. Tá tað so frættist í sambandi við kappingina, at Turið var úr Føroyum, lótust dyrnar upp fyri, at hon slapp at ogna sær almenna heitið Miss Universe Føroyar. Samstundis er hetta startskotið til, at vit eisini fara at fáa okkara egnu føroysku Miss Universe-kapping ??? kanska longu næstu ferð ella um ikki so langa tíð.

Miss Universe-kappingin hevur verið til síðani 1952, og av londunum rundan um okkum, hevur Svøríki vunnið tríggjar ferðir, Finnland tvær ferðir og Norra eina ferð. Ikki bara hevur Turið Elinborgardóttir ognað sær heitið Miss Universe Føroyar, men sleppur eisini við til kappingina Miss International, sum hevur næstan 90 ár á baki. Har skal hon somuleiðis umboða Føroyar, sum sleppur við sum serstakt luttakaraland, og tað kunnu vit sum føroyingar eisini bara fegnast um.

Og her hava grannar okkara staðið seg so mikið væl, at Norra hevur vunnið Miss International tvær ferðir, og Finnland og Ísland hava vunnið eina ferð í part. Borgarstjórin rundaði av við at siga, at tað nú verður spennandi at síggja, hvussu langt tað fer at eydnast Turið Elinborgardóttir at koma í hesum altjóða kappingum, sum umboð fyri Føroyar.

- Vit fara spent at fylgja við, og er tað mær ein stórur heiður sum borgarstjóri í Havn at sleppa at krýna Turið við serstøku Silvursniðkrúnuni. Silvursnið er eisini ein føroysk sólstrálusøga, tí Erla-Maria Skovlund, sum byrjaði við at gera smúkkur á einum kvøldskúlaskeiði, hevur síðani 2010 havt sína egnu fyritøku. Ikki bara hevur Erla-Maria gjørt føroysku Silvursniðkrúnuna til Turið, men er eisini biðin um at gera tiaruna til vinnaran av norsku Miss Universe kappingini.

- So aftur her hava vit eina kvinnu ??? ta triðju bara í hesum høpinum ??? sum á sín serstaka hátt er við til at seta Føroyar á heimskortið, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann ynskti Turið, Lailu og Erlu Mariu allarbestu eydnu við kappingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder