Politikkur

Heðin sigur eitt um morgunin, nakað annað á døgurða ??? sjálvandi skal inngjaldið lækka

...

2019-04-04 08:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, setti fyrr í dag Heðini Mortensen, landsstýrismanni í Innlendismálum, ófráboðaðan fyrispurning um, hvussu tað ber til, at ALS hevur økt um umsitingina, hóast arbeiðloysið er metlágt.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísti á, at heldur enn at pengarnir fara til umsiting, áttu pengarnir at komið vanliga arbeiðaranum til góðar.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, var ikki ósamdur við løgtingskvinnuni. Hann segði m.a. av Tingsins røðarapalli, at hann hevði einki ímóti at inngjaldið til ALS varð lækkað.

Tað er kortini okkurt, ið bendir á, at Heðin Mortensen sigur eitt um morgunin, men nakað annað á døgurða.

Í greinini, ???Vil broyta endamálið við arbeiðsloysskipanini???, ið kom út á in.fo áðrenn ófráboðaða fyrispurningin, verður Heðin Mortensen, landsstýrismaður, endurgivin fyri at siga:

???Í hesum sambandi heldur Heðin Mortensen ikki, at gjaldið skal lækkast. Tvørtur ímóti tekur hann undir undir við, at ein partur av tí, sum verður goldið í Als framyvir, verður brúkt til at seta ein arbeiðsmarknaðardepil á stovn.???

Landsstýrismaðurin endurtók seg í tíðindunum í kvøld.

Hetta átti ikki at verið nakað ivamál. Sjálvandi skulu pengarnir koma arbeiðaranum til góðar, heldur enn at ALS setur fleiri starvsfólk at umsita færri arbeiðsleys. Tað sigur seg sjálvt!

Hanus Samró

Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder