2016-04-27 06:03
Tá ið atkvøðast skuldi umm hjúnarbandslógina í nátt til 2. viðgerð, boðaði Heðin Mortensen frá, at hann tók sítt uppskot um fólkaatkvøðu aftur. Men Bill Justinussen setti uppskotið um fólkaatkvøðu fram aftur, málið fall - upprunaligi uppskotstillarin Heðin Mortensen tók tá ikki undir við málinum.
Síðani varð atkvøtt um samkynd skulu kunna giftast, 19 atkvøddu fyri og 14 ímóti, øll samgongan atkvøddi fyri og harafturat Edmund Joensen og Magni Laksafoss úr Sambandsflokkinum.
3. viðgerð verður møguliga fríggjadagin ella fyrst í komandi viku.
Video: Lógvabrestir, gleðistár og hjartasuff - Trýst HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald