Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi fornminnum og friðaðum bygningum, setturlandsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana (at svaraskrivliga eftir TS § 52a)
1. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um friðaðar bygningar, sum havaalmennan áhuga at vitja og síggja, til dømis bygningar og umhvørvi viðserbygningum so sum í Kirkjubø, úti í Koltri og prestagarðurin í Sandagerði?
2. Eru aðrir líknandi friðaðir bygningar kring landið, sum kundu havt almennanáhuga at vitja og síggja?
3. Hvat innber tað, at bygningar eru friðaðir, og at fólk býr har? Er reglugerð fyrihesum, og veitir landskassin fígging til viðlíkahald og rakstur?
4. Er eftirlit við friðingini og røkt av hesum søguligu bygningum - ogn Føroyafólks?
5. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at stuðla søvnum og bygningum kring landið,sum lýsa og varðveita siðsøgu og mentanararv okkara?
6. ??tlar landsstýrismaðurin at lata upp fyri føroyingum og ferðafólki at vitja ogsíggja friðaðar bygningar, og um so er, hvussu ætlar landsstýrismaðurin atgera tað?
7. Eru nakrar ætlanir og framtíðar nýhugsanir um prestagarðin í Sandagerði,Kirkjubø og Koltur? Verður peningur settur av til hesar møguligu verkætlanir?
Viðmerkingar:
Fyri mong er tað einastandandi at koma út í Koltur og uppliva hesa náttúruvøkruoyggj, har alt umhvørvið lýsir føroyska søgu og siðir fleiri øldir aftur í tíðina.Friðsælt, hugnaligt og tó so ómetaliga stórbært. Her hava eina ferð búð hálvthundraðfólk á fýra bóndagørðum. Upprunaliga var bara ein garður, sum tíðliga í tíðini varðbýttur í tveir, tann upprunaligi - Heima í Húsi - sum nú verður varðveittur, og hinyngri - Norðuri í Gerðum - har bóndafólkini nú hava búð.
Bygdin sigst hava størsta teigalendi, sum varðveitt er í Føroyum. Hetta vísir eitt stórtarbeiði, sum í fornum er lagt í føroyskt jarðarbrúk. Og nú er gamli føroyski býlingurinso varðveittur fyri eftirtíðina. Eitt á so mangan hátt einastandandi arbeiði og avrik,sum okkara bestu handverkarar dúgliga hava renoverað. Flest øll hús og fornminni erufriðað sambært lóg, og tað sama er galdandi fyri stóran part av teigalendinum.Prestagarðurin í Sandagerði umfatar bygningar og lendi við bygningum: sethús, fjós,hjallur og torvhús umframt lendi við hava og urtagarði. Bygningarnir eru reistir árið1789, sum prestagarður og bústaður hjá prestunum fyri Suðurstreym, og virkaðu teirsum hetta fram til 1944.
Sostatt hava bygningarnir í dag meira enn 200 ár á baki og standa óbroyttir í sínumupprunaliga líki. Tí kundi spyrjarin hugsað sær at vitað, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við hesum. Um bygningarnir og økið í Sandagerði skuluhaldast virðiliga, kann vera neyðugt at seta pening av til endamálið.
Ein heildarætlan skal gerast fyri friðaðu fornminnini í Kirkjubø, sigurlandsstýrismaðurin. Men spurningurin er, hvussu langt henda heildarætlan erkomin, hvørjar partar av Kirkjubø hon umfatar og um peningur er settur av tilhesa verkætlan, so hon kann fremjast. Við hesum kundu Føroya fólk ogferðafólk fingið gleði og eina uppliving av at vitja og síggja henda søguligastað. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 16. juni 2020
Heðin Mortensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald