Borgarstjórin í Havn - Heðin Mortensen - fyllir í dag 70 ár.
Heðin Mortensen hevur verið býráðslimur í Tórshavnar kommuna síðan 1973, varaborgarstjóri 2001-2005 og borgarstjóri síðan 2005. Á býráðsvalinum í novembur 2012 slóð hann øll met við persónligum atkvøðum, tá hann fekk 2637 persónligar atkvøður. Listi C, Javnaðarflokkurin, fekk 7 býráðslimir valdar og kundi har við stýra einsamallur um tey løgdu í, borgarstjórin valdi tó at fara í eitt breitt samstarv við allar flokkarnar, tað vóru fýra flokkar/listar, ið fingu umboðan í Tórshavnar Býráði, sum tók við 1. januar 2013.
Heðin Mortensen varð valdur inn á Føroya Løgting fyri Sambandsflokkurin í Suðurstreymoyar valdømi í 1998 og umboðaði flokkin á tingi til 2004. Harumframt hevur Heðin Mortensen verið varamaður fleiri ferðir í styttri tíðarskeið síðan 1989. Á Løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur á Føroya løgting fyri Javnaðarflokkin.
Heðin Mortensen var limur í Sambandsflokkinum 1988-2004. Síðan 2005 hevur hann verið limur í Javnaðarflokkinum.
Heðin Mortensen hevur havt nógvar álitissessir:
* Forseti í Ítróttarsambandi Føroya (ÍSF) 1980-2008
*Formaður í Havnar Sjónleikarfelag1997???2003
* Formaður í Havnar Róðrarfelag 1997-2003
* Formaður í Tórshavnar Ítróttarráð 1975-1978
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald