Ítróttur

Heðin leggur trýst á Bláu Bylgjuna

...

2016-06-18 10:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Heðin Askham, og hann heldur, at fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan kann koma at hava ein avgerandi leiklut í Gundadali sunnudagin.

Um vikuskifti er 15. umfar í EFFO-deildini á skránni, og helst størsti dystur á árinum, sambært Heðini Askham, verður sunnudagin, tá tvífaldu føroyameistararnir úr B36 á heimavølli taka ímóti oddaliðnum, KÍ.

Heðin væntar eisini, at tað verður ikki bara á vøllinum, at feløgini fara at stríðast, men eisini uttanfyri vøllin. Spurnigurin er, um tað verður Bláa Bylgjan ella White Tigers, ið kann fáa avgerandi leiklutin sunnnudagin.

 

Dystirnir í 15. umfari
NSÍ - Víkingur (leygardagin kl. 18:30)
B68 - Skála (sunnudagin kl. 15:00)
ÍF - TB (sunnudagin kl. 15:00)
AB - HB (sunnudagin kl. 15:00)
B36 - KÍ (sunnudagin kl. 17:15)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder