2015-09-10 17:04
Í morgun var morgunmatur á Eysturskúlanum í sambandi við, at Heðin Petersen leggur frá sær. Heðin varð føddur 9.juni í 1946 í Sandavági. Og tað er sambært borgarstjóranum, sum segði nøkur orð til høvið, sera týdningarmikið at duga at skyna á vágamonnum - og at duga at gera mun á miðvingum, sørvingum og sandávágsmonnum.
Heðin Mortensen nevndi, at sum unglingi róði Heðin Petersen út úr Føroyingahavnini í Grønlandi. Í 60???unum flutti hann til Havnar og fór at koyra taxa.
Eftir tað koyrdi hann sjúkrabil í yvir 30 ár, áðrenn hann fór at koyra hjá Balslev, har hann arbeiddi og koyrdi í eini 8 ár saman við kendum monnum, sum Karl hjá Talis, KrúlluSámali og øðrum kendum monnum.
Hann byrjaði at arbeiða sum húsavørður í Eysturskúlanum 1. mai í 2008. Hann hevur gingið serliga høgt uppí røktina av svimjihylinum. M.a. at automatisera útgerðina, so arbeiðstímarnir til røktina av hylinum skuldu fækka.
- Tað man lítil ivi fara at vera um, hvat Heðin fer at fáa tíðina at ganga við. Heðin eigur tvær gentur, Heidi, sum er fødd í 1970, og Lív, sum er fødd í 1976. Heidi og versonurin reka eitt bilverkstað. Heðin hjálpir til har við hvørt, og mestur fer hann eisini at síggjast har uppi onkrar leygardagar.
- Og tá vit í vetur fara at liggja og halda dýnuni undir øsinum í illveðri, tá fer Heðin at liggja og sóla sær uttanfyri summarhúsini hjá teimum niðri í Malaga, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri skemtandi, áðrenn hann handaði blómur og gávu frá Tórshavnar kommunu.
Skúlastjórin Eyðdis Eidesgaard segði, at arbeiðsmarknaðurin hevur sínar avmarkingar. Vit byrja alspent á ungum árum, og eru vit heppin, so leggja vit frá okkum, tá samfelagið metir, at nú eiga vit at sleppa eitt sindur lættari, og yngri kreftir skulu sleppa framat.
- Góði Heðin, nú fert tú úr starvi eftir mong ár á arbeiðsmarknaðinum og eftir gott 7 ár sum skúlatænari á Eysturskúlanum. Sum stjóri vil eg vegna okkum øll her takka tær fyri tíðina.
- Havi mangan hugsað um hetta starvið at vera skúlatænari ella pedellur, sum tað eisini verður kallað. Tað er hesin maðurin, sum øll elska at geva uppgávur, og sum øll rokna við, at júst tað, sum tey bóðu um at fáa gjørt, skal koma í fyrstu røð.
- So er tað eitt ljós, sum ikki tendrar, eitt lás, sum ikki fer upp, so er tað ov kalt inni í stovuni, og so er tað ein kaffimaskina, sum ikki virkar. Alt uppgávur, sum vit forkelaðu nútíðarmenniskju vilja hava at virka aftur beinanvegin. Tá vit lærarar fara til arbeiðis, so hava vit eina tímatlavu, sum vit lesa eftir.
- Vit kenna okkara arbeiðsdag. Men tá pedellurin fer frá húsum, hevur hann neyvan ánilsi av, hvat hesin dagurn fer at koma við av uppgávum. Og neyvan er tað altíð so stuttligt at vera tann, sum øll rópa á ella hála í, tá okkurt ikki er, sum tað eigur.
- Men tað hevur tú tikið við tínum tolna og stillføra sinnalagi. Tú hevur kanska ikki verið júst tann, sum hevur saðlað og riðið sama dag, men á ein stillførdar hátt loyst tínar uppgávur. Orðaríkur hevur tú heldur ikki verið, og millum lærarar, sum sjáldan liggja á tøgnini, tykist tann stillføri altíð at gerast uppaftur stillførari.
- Nú tú gevst her, so rokni eg við, at tú ikki fert at sita hendur í favn, men fært nú stundir at njóta títt otium, tú eigur tíðina sjálvur og kann gera tað, tín áhugi stendur til.
- Vegna Eysturskúlan skal eg enn einaferð takka tær fyri tíðina her á skúlanum og ynskja tær alt tað besta í komandi tíðum, segði Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóri, at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald