Vinna

Hebridean Sky vitjar í Havn í dag

...

2017-06-25 14:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um middagsleitið í dag kom ferðamannaskipið Hebridean Sky á Havnina. Hebridean Sky hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Papa Stour í Hetlandi. Hebridean Sky verður liggjandi í Havn restina av degnum, og skal eftir ætlan vitjað vestri í Vágum í morgin.

Skipið var tikið í brúk í 1991, og var heimahoyrandi í Libera fram til í 2004. Tá tað skiftið at sigla undir flagginum hjá Bahamas fram til 2005. Í 2005 til 2011 flaggaði skipið við flagginum hjá Malta. Frá 2011 til 2016 var tað undir flagginum hjá Marshall Islands, og fór tá aftur undir flaggi hjá Bahamas.

Skipið er bygd í Italia. Tað er 90 metrar langt og 30 metrar breitt. Tað eru pláss fyri 120 ferðafólkum og manningin telur 72 fólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder