Ítróttur

H-dygd Open á Giljanesi og í Sørvági

...

2015-01-08 03:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Komandi vikuskifti verður Grand prix kapping nummar 4 av 5 í Badminton. Væntandi verður luttakaratalið uml 170 leikarar.

Stór tilgongd er hjá yngru leikarnum. Hetta hevur við sær, at MBF og BSF hava valt at taka høllina í Sørvági í brúk leygardagin, eins og gjørt var í fjør. Sostatt verður spælt á 8 banum í staðin fyri 5.

Byrjað verður leygarmorgunin kl 9 á Giljanesi, og kl 9.30 í Sørvági.


Sunnudagin eiga tey vaksnu høllina á Giljanesi. Tey byrja klokkan 13:00 og halda á í góðar fýra tímar, fram til umleið klokkan 17:00.

??ll fimm badmintonfeløgini í landinum eru við í kappingunum um vikuskiftið. Tey fimm feløgini eru HBF, MBF, KBF, VÍF og ÍF. Vit gleða okkum, at síggja øll hesi í vikuskiftnum
J

Í ár hevur MBF 30 leikarar við til kappingina. Av hesum eru tað 6 leikarar, sum fyri fyrstu ferð luttaka í kapping. Tað verður spennandi, at síggja tey á vøllinum, og skulu tey vera hjartaliga vælkomin í kappingarumhvørvi.

Leikarnir vóna at síggja familju og vinir í høllini.

Kappingarskráðin verður at síggja á heimasíðuni hjá Badmintonsambandinum, www.BSF.fo. hóskvøldið.

Annars er MBF (Miðvágs badmintonfelag) eisini at finna á FB og á www.Badminton.fo.

Síggjast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder