2016-08-30 09:40
Tíðindaskriv
HDYGD nærkast havnarfólki
Hósdagin letur føroyski vindeygaframleiðarin HDYGD framsýningarhøli upp í Havn. Orsøkin er, at tey vilja gera tað lættari hjá havnarfólki at keypa føroyskt. Hetta verður hátíðarhildið við manér hósdagin.
???Hetta er ein gamal dreymur, sum er vorðin veruleiki???, sigur Jóhan á Mýrini, stjóri í HDYGD. ???Vit vilja gera tað lættari at síggja, uppliva og royna okkara vindeygu, tí tað vísir seg, at enn er tað so at nógv verður selt í Føroyum, sum als ikki egnar seg til okkara veðurlag.???
Hósdagin letur sølustaðið hjá HDYGD upp í Brekkutúni í Hoyvík. Tað er í sama bygningi sum Samskip og Safari eru í, og sum Farodane var í fyrr. Hátíðarhald verður frá klokkan 16-18, og Jógvan Arge flytur fram røðu, umframt at vit fáa Vágasound við Sámali Ravnsfjall, hoppiborg til børnini og pannukakur til øll.
HDYGD hevur alla framleiðsluna í Vágum, og teirra vindeygu og hurðar eru sera væl umtókt. Serliga er tað tann høga dygdin og drúgvu royndirnar, saman við 10 ára longu trygdin á øllum vørunum, sum eru sannførandi fyri føroyska kundan. ???Okkara kappingarneytar koma og fara, men HDYGD hevur verið á marknaðinum síðani 1968. Hetta sigur ikki so lítið um haldførið og góðskuna, sum vit standa fyri ??? vit skula snøgt sagt hava tað tættasta og tað vindeygað sum heldur sær longst.???, sigur Jóhan á Mýrini.
???Eg vóni at havnarfólk tekur væl ímóti okkum. ??ll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá á okkara stóra degi???, sigur Jóhan, og lovar at enda: ?????ll sum á degnum bíleggja eina vitjan, har vit koma at máta upp fáa 20% í avsláttri á teirra træ- ella træ/aluvindeygum???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald