Hondbóltfelagið í Kvívík, ið var stovnað í 2010, verður nú avtikið. JN.fo hevur í kvøld sett seg í samband við Bjarna W. Jørgensen, og vit spurdi hann, hví teir nú hava valt at avtaka HC Kvívík.
Bjarni segði, at tað
eru fleiri ymsar orsøkir.
- Fyrst og fremst
er tað hallarleigan, ið vit skulu gjalda fyri at sleppa at venja í
Kollafirði, av tí at vit ikki eru í Tórshavnar kommunu, so skulu vit gjalda
nógv meira enn liðini, ið eru í Tórshavnar kommunu. Vit hava goldið 350 kr
fyri hvønn tíma,at vant í Kollafirði. Vit hava bara fingið eina
venjingartíð um vikuna har, tí liðini ið eru í Tórshavnar kommunu eiga fyrsta
rætt til høllina. Vit hava eisini spurt okkum fyri aðrastaðnis, men
tað sær út til, at allar hallirnar verða so nógv brúktar, at ómøguligt er at koma inn.
- Men tað er ikki
bara tað, at hallartímarnir kosta nógv, vit vóru bert nakrir fáir limir í
felagnum, og tá verður tað sera tungt, at fáa alt at hanga
saman. Áhugin er minkaður, at spæla við HC Kvívík seinastu tíðina, og tað ger
eisini sítt til, at vit nú valdu at avtaka felagið. Í vetur hava vit ofta verið
noyddur at brúkt spælarar, ið ikki eru vanir við at spæla hondbólt.
- KÍF sá at vit
høvdu ofta torført at manna lið, og teir hava bjóða okkum at koma at spæla við
teimum, og tað tilboði hava vit nú valt at taka av, segði Bjarni at enda við
JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald