JN

HBF: Góð úrslit í Reykjavík

...

2015-01-18 04:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

WWW.HBF.fo skrivar: Í vikuskiftinum eru árligu Reykjavíkarleikirnir á skránni í Íslandi, har Havnar Badmintonfelag er væl umboða við 20 av teimum 46 yngru luttakandi leikarunum úr Føroyum. Í dag eru innleiðandi dystirnir spældir, har fleiri av føroysku leikarunum hava spælt seg víðari til hálvfinalurnar.

Í bólkinum fyri 13 ár og yngri hava Ari Nandy (MB), Rúni ??ster (HBF), Adhya Nandy (HBF) og Lena Maria (KBF) spælt seg víðari til tríggjar av teimum fýra semifinalunum sunnudagin. Í tvímansleiki hava Miriam í Grótinum og Anna Maria Heðinsdóttir úr HBF vunnið sær sæti í hálvfinalunum.

Í bólkinum fyri 15 ár og yngri hevur Jónfinnur Hansen (HBF) spælt seg víðari í hálvfinalurnar í einmansleiki og blandað tvímansleiki, meðan Mona Rasmusdóttir (ÍF) eisini er komin víðari í hálvfinalurnar í einmansleiki, tvímansleiki fyri gentur og blandað. Sissal Thomsen (HBF) er somuleiðis við í hálvfinalunum í tvímansleiki fyri gentur og blandað. Beth Olsen og Julia Carlsson (HBF) skulu leika móti Monu og Sissal í hálvfinaluni í tvímansleiki.

Spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer sunnudagin, har íslendsku miðlarnir vísa dystirnar í beinleiðis sjónvarpi á heimasíðuni hjá ríkiskringvarpinum (www.ruv.is). Undir yvirskriftini ???Føroyingar fjølmentir í badminton??? umrøddi íslendska Morgunblaðið í dag góðu føroysku undirtøkuna á Reykjavíkarleikunum, nú føroyingar fjórða árið á rað luttaka við bestu badmintonleikarunum úr yngru deildunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder